Politikkur

Sáttmálasamráðingar byrjaðar millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og manningarfeløgini

...

2021-02-15 15:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Týsdagin í farnu viku handaðu Reiðarafelagið fyri Handilsskip, og tey trý manningarfeløgini, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag krøv til komandi sáttmálasamráðingar.

Sáttmálarnir millum RFH og tey trý manningarfeløgini ganga út 1. mars 2021. Partarnir hittast aftur til samráðingar í vikuni.

RFH hevur tilsamans níggju sáttmálar við tey trý manningarfeløgini. Við hvørt felag er ein høvuðssáttmáli og tveir sersáttmálar fyri ávikavist størri og smærri skip í frálandavinnu. Sáttmálarnir millum RFH og tey trý manningarfeløgini ganga út 1. mars 2021.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder