JN

SAS kann framvegis flúgva til Føroyar

...

2020-03-14 09:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sendi eitt tíðindaskriv út seinnapartin í gjár við yvirskriftini ???Flogferðslan munandi skerd???, og vísti á, at Atlantsflog steðgar at flúgva til Bergen, Reykjavík, Edinburgh og París.Víðari stóð at lesa, at flogferðslan til og úr Danmark verður eisini munandi avmarkað. Flúgvingin er fyrst og fremst ætlað heilsustarvsfólkum, føroyingum ið starvast uttanlands, og teimum sum røkja týðandi samfelagsligar uppgávur, eitt nú í sambandi við tilbúgving.Bráneyðugur sjúkraflutningur heldur fram sum vant.

Eftir tað settu vit okkum í samband við Helga Abrahamsen, sum er landsstýrismaður Umhvørvis- og vinnumálum, sum eisini tekur sær av føroyska luftrúminum, og spurdu hann um SAS framvegis kundi flúgva uppá Føroyar.

???Eg veit ikki um eg eri tann rætti at svara hasum, tí nú er tað løgmaður, sum hevur tikið yvir.

Eg umsiti loftferðsluøkið, men tað er danskt málsøki, so vit hava ikki so nógv at siga har. Jørgen Niclasen umsitur Vága Floghavn og Atlantsflog.

Men tað er rætt sum tú sigur, at SAS kann halda fram við flúgvingini, men vit royna at finna eina loysn við tí.

Eisini er tað soleiðis, at sjálvt um vit einki høvdu gjørt, so hevði flogferðslan minkað, tí fólk avbestilla ferðaseðlar í hópa tali, segði Helgi við JN.fo í gjárskvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder