
Fyrrapartin fekk Krúnprinshúskið rundvísing á Biskupstorgi. Borgarstjórin greiddi frá miðbýarætlanini í Klaksvík, og tey fýra børnini prins Christian, prinsessa Isabella, prins Vincent og prinsessa Josephine fingu høvið at uppliva miðbýin í 3D.
Edward Fuglø vísti eisini nøkur av sínum listaverkum fram, áðrenn leiðin gekk yvir í nýggju ??salundina á ovara Vágsbøi, har børn úr dagstovnunum og skúlanum sungu og flaggaðu. Eisini smáu dagrøktarbørnini vóru pyntaði við krúnum og flaggaðu, tá krúnprinsfamiljan fór framvið.
Krúnprinshúskið gav sær stundir at heilsa øllum sum vóru komin at veittra, áðrenn tey fóru á vitjan í Norðoya Sparikassa, har John Danielsen, nevndarformaður og Marner Mortensen, stjóri, bjóðaðu vælkomin. John greiddi frá søguni hjá Norðoya Sparikassa, har hann tók serligt atlit til leiklutin hjá einum peningastovni í nærumhvørvinum við m.a. at stuðla lokala ítróttinum. Í hesum sambandi vóru fleiri íðkandi, sum Norðoya Sparikassi umboðar, sum fingu høvið at tosað við tey konagligu.
Kl. 15.30 tekur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, aftur ímóti Krúnprinshúskinum. Hesaferð í Mikladali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald