Standmyndin av Seyðamanninum á Sondum avdúkað
Lag: Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið
1. Nú summarið blítt er við blómandi líðum,
og sólgeislar stava á glitrandi sund.
Sjá oyggjarnar allar í hátíðarbúna,
tað lyftir upp sinnið, nú frøist hvør lund.
2. Á lónni blítt aldurnar tykjast at kvøða
um fólkið her aldist upp, kvinnur og menn.
Teim stríggið var lívið, tó mentan í barmi,
so bjørt standa minni í huganum enn.
3. Tann mentanin forna av munni varð borin,
fríð ævintýr, sagnir og kvæðini mong.
Tey Jákup og Hammershaimb ritaðu niður,
ja, føroyingum øllum ein mentanarfong.
4. Hygg, áin sær smýgur so spøk millum hólma.
Vit Sjóberið minnast væl á hesum stað.
Her varði er reistur teim monnum til heiðurs,
sum skaldskapin forna væl festu á blað.
5. So sorgarfull huldan í gjónni her stendur.
Hoyr: ???Systir, stíg stórum,??? hátt dunar um fjøll.
Og maðurin gitni á útvaldum hesti
við stakkinum reyða tvísporar um vøll.
6. Nú tøkkirnar ljóða for verkið tit framdu,
sum stendur her tignarligt niðri við strond.
??ll listin oss frøir, við undran vit skoða,
ið evnað so væl hevur listamans hond.
Heini F. Petersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald