Politikkur

Sandoyartunnilin og Sandarlíð, tvær flugur við einum smekki

...

2019-03-02 11:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Sandarlíð hevur í áratíggju verið ein meinbogi fyri fólkið ið búleikast eystan Líðarenda á Sandoynni.
Ikki eru tey foreldrini fá, sum hava ampa á sær, um at børn teirra dagliga koyra eftir hesum vandateini ávegis í og úr skúla, til og frá ítróttartiltøkum o.m.a.
Nú fyriliggur nýggj samferðsluætlan frá Landsverki, og sambært hesum uppriti kostar tað 32-39 mió kr at breiða og tryggja verandi veg, og um onnur loysn við einum stuttum tunnli á 380 m verður vald, kostar hendan verkætlanin samlað 47-58 mió kr.
Í sama uppriti frá Landsverki verður skrivað, at kostnaðurin av hesi verkætlan í Sandarlíð kann gerast minni, um man velur at brúka tilfarið úr Sandoyartunlinum til at breiðka vegin í Líðini við.
Tí hava vit nú sum land ein gyltan møguleika at fáa tvær flugur við einum smekki, at brúka ein part av grótinum úr Sandoyartunlinum til okkurt skilagott, samstundis sum vit minka um kostnaðin av at tryggja borgarum eystan Líðarenda eina virðuliga og trygga farleið.
Umráðandi er at hetta mál verður tikið upp beinanvegin av politisku skipanini, tí um stutta tíð kemur virksemi eystan Líðarenda at vaksa munandi, tá Bakkafrost fer undir nýggju lívfiskastøðina í Skálavík, og tunnilstoymið hjá LV fer í gongd við Dalstunnilin.
Verandi farleið gjøgnum Sandarlíð er als ikki tíðarhóskandi og sera sera ótrygg rundanum Líðarenda. Nú virksemið og samferðslan fer at økjast í Líðini kunnu vit av røttum stúra um hesa farleið, sum má á politiska skrá beinanvegin.
Vit tosa her ikki um 100-tals mió kr, men meiri um politiskan vilja.
Politiska skipanina má taka hetta mál upp beinanvegin, velja loysnina við tí stutta tunlinum, og koyra hetta arbeiðið í gongd, hetta er alneyðugt.

Brandur Sandoy

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder