2021-03-13 14:49

Fyri løtu síðani gjørdist tað greitt at Sandavágur vann FM í 1. deild.
Havnin skuldi hava minst trý stig fyri at vinna FM, og vunnu Havnamenn eisini fyrstu tvey talvuni. Torkil vann sítt talv og so var støðan 2-1 til gestirnar úr Havn. Høgni vann eisini sítt talv, og tí kom FM-heitið aftur til Sandavágs. Sandavágur fekk 27½ stig og Havnin 25½ stig. Vit á JN.fo ynskja Sandavágs Talvfelag hjartaliga tillukku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald