Politikkur

Sandavágstunnil við umkoyringarvegi er besta loysnin

...

2021-06-06 18:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag kom eitt tíðindaskriv frá tveimum monnum, ið hava gjørt eina spurnarkanning millum fólk, ið búgva framvið landsvegnum í Sandavági og Miðvági.

Teir siga, at greiður meiriluti: 53% taka undir við nýggjum tunli millum Fútaklett og Vatnsoyrar.

Men greiður meiriluti av hvørjum?

Teir spurdu 135 húskir, men fingu bert svar aftur frá 89 fólkum. Tað svarar til at bert 66 % svaraðu uppá teirra spurnarblað, sum ikki er serliga nógv. Tað ber ofta til, at venda einari yvirskrift sum man sjálvur ynskir. Tá ið bert 47 fólk siga seg ynskja ein tunnil millum Fútaklett og Vatnsoyrar so er tað ikki nakað stórt tal. Man kann eisini venda yvirskriftini um, og siga at tað bert eru 34 % av teimum spurdu ynskja ein tunnil millum Fútaklett og Vatnsoyrar.

Í 2019 kom Landsverk fram við samferðsluætlani fram til 2030. Í henni er tunnilin millum Fútaklett og Vatnsoyrar nevndur, men tað er ikki loysnin Landsverk mælir til.

Landsverk mælir til at gera ein Sandavágstunnil: Tunnil frá landsvegnum við Fútaklett til Sandavágs, har syðri tunnilsmunnin er í 100 metra hædd. Tunnilin er 3 km langur, og tað er ikki stórvegis vegagerð, ið skal gerast. Ferðslan er væntandi tann sama sum í Vágatunlinum, 2.300 akfør um samdøgrið. Fjarstøðan millum Fútaklett og Sandavág styttist við 1,4 km.

Umkoyringarvegur um Sandavág og Miðvág er eisini verdur at hyggja eftir. Hann er 5,5 km langur og kostar 110 mió. kr. Tá fer gjøgnumgangandi ferðslan uttan um bygt øki. Fjarstøðan millum Fútaklett og Vatnsoyrar við umkoyringarvegnum styttist við 2,3 km.

Tunnil millum Fútaklett og Sandavág við umkoyringarvegi um Sandavág og Miðvág kostar millum 315 og 385 mió. kr. Sum er væl bíligari enn at gera ein tunnil millum Fútaklett og Vatnsoyrar, sum kostar millum 440 til 540 mió. kr.

Við at gera loysnina Landsverk mælir til so fær man:

-Bøtt um ein trupulleika við tungari ferðslu í teimum stóru bygdunum í Vága kommunu

-Samstundis fær man loyst ein trupulleika sum er um veturin um hálsin í Sandavági.

-Loysnin er nógv bíligari enn tann sum spurnarkanningin leggur upp til.

Jóanis Albert Nielsen

Býráðslimur í Vága kommunu

-Spurningurin er ikki viðgjørdur í býráðnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder