
Tíðindaskriv frá Vónin samtakinum
??rslitið fyri Vónin samtakið í 2019 var 52,9 mió.kr. í mun til 44,0 mió.kr. í 2018. Framgongd hevurverið á stórt sæð øllum rakstrarstøðum. Sølan í Vónin samtakinum í 2019 var 522,4 mió.kr. í mun til492,7 mió.kr. í 2018. Bróðurparturin av søluni liggur uttanfyri Føroyar. Eginognin fyri Vónin samtakiðvar 275,2 mió.kr. við ársenda 2019 í mun til 235,5 mió.kr. við ársenda 2018. Í Vónin samtakinumarbeiða umleið 400 starvsfólk.
Góða gongdin í fiski- og alivinnuni seinnu árini á okkara leiðum, hava gjørt, at vøkstur hevur verið ívirkseminum í Føroyum. Seinastu árini hevur eftirspurningurin úr útlondum eftir útgerð frá Vóninieisini verið støðugt vaksandi.
Starvsfólkatalið í Føroyum er í tíðarskeiðinum 2010 til 2019 vaksið frá 62 til 100.
Vónin hevur havt virkir í Kanada síðan 1989, í Grønlandi síðan 2002 og í Norra síðan 2008. Virksemið íhesum londum hevur seinnu árini verið vaksandi.
Framleiðsluvirkið í Litava, sum byrjaði í 2014, er, við sínum 10.000 fermetrum og 200 starvsfólkum,við til at bera vøksturin í samtakinum. Framleiðslan í Litava ger at veitingartrygdin og ??? tíðin erumunandi betri enn áður.
Vónin er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk og semipelagisk trol, botnog rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur osfr. Til alivinnuna eru veitingarnar framleiðsla ogsøla av nótum, akkersskipanir, fuglanet eins og vasking og umvælingar av nótum osfr. Til aðrar vinnurselur Vónin veirar, ketur, tog, net, lyftiútgerð o.a.
Vónin hevur virksemi í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Íslandi, Norra, Litava og Russlandi.
Taðð sigur Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini.
Vónin SamtakiðHøvuðstøl frá rakstrinum, tkr.
2019 2018
Søla 522.382 492.697
Starvsfólkakostnaðir - 103.854 100.104
Rakstrarúrslit 91.458 77.343
??rslit áðrenn skatt 69.460 57.909
Skattur - 16.543 13.878
??rslit 52.917 44.031
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald