Núverandi støða okkara mótvegis Danmark kann ikki halda fram. Føroyar og Danmark skulu tí sum skjótast fara undir samráðingar um samstarvssáttmála, sum virðir og javnsetur báðar partar. Føroyar skulu í hesi avtalu hava fult sjálvræði.
Hetta staðfesti Framsókn á landsfundinum.
Danmark vil ES og fer støðugt meira tann vegin og letur alsamt meira vald til samveldið. Føroyar fara ikki tann vegin. Nýggja avtalan við danir um samstarv skal taka hædd fyri hesum veruleika. Gerst hetta best við samstarvi uttan fyri donsku grundlógina, so er tað tann loysnin, sum skal vera grundarlagið undir einum framtíðar samstarvi við danir.
Á longu breytini fer slík loysn at verða til mikið gagn fyri londini bæði og fyri framtíðar samstarvi. Samstundis fara fólkatingsumboðini í søguna.
Havandi staðfest, at vit mugu hava broytingar í viðurskiftunum við danir, eiga vit at flyta orðaskiftið burtur úr naggatódnini, til at snúgva seg um veruligar og virðiligar loysnir fyri báðar partar.
Nýggi samstarvssáttmálin gevur Føroyum sjálvstøðugan limaskap í øllum altjóða felagsskapum. Har, sum vit ikki eru sjálv, eru vit ikki meira enn hálv. Sjálvstøðugur uttanríkis- og samhandilspolitikkur eru púra avgerandi fyri føroysku menningina.
Bara við sjálvstøðum limaskapi og sjálvstøðugari rødd fáa vit ávirkan og avgerðarrætt. Ávirkan er tað, okkum tørvar.
Hetta staðfesti Framsókn á landsfundinum 9. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald