Politikkur

Samstarv, trivnaður og menning

...

2020-11-03 14:00 Author image
Tóri Nielsen
placeholder

Foreldur og familjulív hevur størsta týdningin fyri tryggleika, trivna og menning hjá børnum og ungum, men umráðandi er eisini, at Vágakommuna er við til at skapa góðar umstøður hjá okkara børnum og ungu.

Fyrst og fremst vil eg tryggja, at vit fáa orðaðein barna- og ungdómspolitikk fyri kommununa. Hesin politikkur skal smíðast,í tøttum samstarvi, saman við teimum ið hava bestu førleikarnar og kunnleikan til okkara børn??? hesi eru m.a. starvsfólk á dagstovnunum, skúlanum, frítíðarskúlanum, námsfrøðiliguráðgevingini og barnaverndartænastuni.

Harafturat, skulu børn og ung, íkommununi, hava ávirkan, og skulu tey eisini vera við í viðgerðini av einum barna- og ungdómspolitikki. Eg vil skipa eittungdómsbýráð, ið tekur upptey viðurskifti, sum viðvíkja børnum og ungum. Tá ið ung sleppa at taka lut,og fáa plássípolitiska rúminum, føla tey ábyrgd og ávirkan, iðsomuleiðis stimbrar teirra sjálvsálit og sjálvsvirði.

gakommuna skal stuðla undir eitt mennandi og sunt umhvørvi, har børn og ung ??? eisini tey við avbjóðingum ??? trívast og mennast. Somuleiðis skal kommunan, stremba eftir at skapa karmar fyri góðum korum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp??? uttan mun til sosialar fyritreytir ella etniskanuppruna.

Trivnaður, heilsa og læring hanga saman. Fyri at hava góða heilsu, krevst heilsugóður og fjølbroyttur kostur. Í Miðgarði er sett íverk ein døgurðaskipan. Hendan er partvíst í Sóljugarði, men eigur at veraallar dagarí vikuni. Við tíðini,eigur ein døgurðaskipan eisini, at vera sett í verk inni á Giljanesi. Heilsugóður og fjølbroyttur kostur er avgerandi fyri menning, trivna og innlæring hjá børnum og ungum.

Mín vón er, at míttíkast,óheft av partapolitikki, kann vera við til at tryggja skynsemi, felags stev og víðari menning innan okkara barna- og ungdómsøki, tvørtum um skiftandi valskeið ??? og at eg kann vera við til at gera Vága kommunu til eina kommunu sum gongur undan á barna- og ungdómsøkinum.

Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, valevni til býráðið í Vága kommunu

X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder