SAMRÁÐINGARNAR BYRJA AFTUR
Týsdagin 4. mai møtast nevnd felagins, samráðingarumboð fyri Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðagevarafelagið aftur við samráðingarborðið.
Blekkið er valla tornað í frágreiðingini frá nú fráfarna Búðskaparráðnum, har álvarin er lýstur um tørvin á fleiri starvsfólkum á umsorganarøkinum komandi árini, og, at arbeiðsumstøðurnar á økinum mugu gerast betur fyri at lokka fleiri fólk til.
Felagið lat sáttmálakrøv inn í september 2020. Samfelagið var tá sera merkt av koronafarsóttini, og vóru okkara krøv merkt av tí. Nógv vatn er runnið í ánna síðani tá.
Tíðirnar eru nú meira bjartskygdar, og vænta og krevja vit, at arbeiðsgevararnir hava alt hetta í huga, tá partarnir møtast við samráðingarborðið.
Hóast ávíst samband hevur verið millum partarnar seinastu tíðina, so hevur eingin fundur verið millum partarnar síðani november 2020. Sáttmálan fór úr gildi 1. otobet 2020.
F??ROYA PEDAGOGFELAG
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald