Samráðingar hava í dag verið í London um fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingerhavinum. Á fundinum vóru strandarlondini Føroyar, Ísland og Grønland umframt ES. Noreg og Russland, sum eisini vóru boðin við til fundin, møttu ikki upp. ES, Russland og Noreg verða boðin við til samráðingarnar, tí tey eisini fiska kongafisk í Irmingerhavinum.
Kongafiskurin í Irmingerhavinum verður mettur at vera sera illa fyri. Tí hevur ICES seinastu árini mælt frá, at fiskiskapur verður loyvdur. Russland tekur ikki undir við vísindaligu ráðgevingini. Hetta hevur gjørt tað torført at fáa eina semju um at fylgja ráðunum frá ICES. Ístaðin hevur ein minni kvota verið sett, sum hevur verið lækkað ár undan ári.
Ásetta kvotan í 2019 er 6.000 tons. Føroyski parturin er 404 tons.
Á fundinum legði ICES fram ta vísindaligu ráðgevingina fyri komandi tvey árini 2020 og 2021. Eins og undanfarin ár verður mælt frá, at fiskiskapur verður loyvdur. Av tí, at Noreg og Russland ikki vóru á fundinum, var ikki grundarlag fyri neyvari viðgerð av møguligum umsitingartiltøkum í 2020, men londini á fundinum góvu teirra støðu til kennar.
Viðgerðin heldur fram á ársfundinum hjá NEAFC, sum verður um hálvan november
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald