Politikkur

Samgongan loysir bústaðartrotið - Bústaðir fær 450 milliónir

...

2021-01-20 19:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Samgongan setti sær beinanvegin sum mál at loysa bústaðartrotið, so at tað verður lættari hjá ungum barnafamiljum, lesandi v.m. at seta føtur undir egið borð.

Samgongan setti sær ítøkiliga fyri:

??? at økja um og fjøltátta útboðið av bústøðum kring landið
??? at seta ferð á bygging av vardum bústøðum
??? at betra møguleikarnar hjá føroyskum familjum at seta búgv uttanfyri miðstaðaøkini
??? at javnseta almenna og privata bústaðabygging til tess at økja um áhugan hjá privatum virkandi.

Uppskotið er nú til viðgerðar í løgtinginum. Við lógaruppskotinum fær Húsalánsgrunnurin heimild at fíggja nýggjar bústaðaverkætlanir fyri 450 mió. kr. Húsalánsgrunnurin hevur í fleiri umførum víst á, at grunnurin ikki einsamallur megnar at nøkta allan bústaðatørvin í landinum; til tað er tørvurin ov stórur.

Landsstýrismaðurin hevur tí gjørt av, at í teimum økjum í landinum, har grundarlag er fyri kapping, skal Húsalánsgrunnurin virka undir somu treytum sum privat og íleggjarar. Hetta verður galdandi, bæði tá Húsalánsgrunnurin einsamallur fer undir verkætlanir í hesum økjum, og tá grunnurin fremur verkætlanir í samstarvi við onnur.

Endamálið við javnsetingini er at eggja privat virkandi og stovnsligar íleggjarar at gera íløgur í alternativa bústaðamarknaðin.

Við javnsetingini verður tað eisini møguligt hjá Húsalánsgrunninum at selja burturav ognum sínum, tí húsaleigurnar fara at forrenta íløguna hjá møguligum keyparum.

Á henda hátt kann grunnurin fáa fígging til enn fleiri bústaðaverkætlanir.

Yvirskipaða endamálið við ógaruppskotinum er at tryggja, at útboðið á føroyska bústaðamarknaðinum verður økt munandi komandi árini.

Av teimum 450 mió. kr. skulu 125 mió. fíggja bústaðabygging í teimum økjum í landinum, har grundarlag ikki er fyri kapping við privat virkandi og íleggjarar.125 mió. eru ómarkaðar, men fara tær til verkætlanir á vanliga bústaðamarknaðinum í økjum, har grundarlag er fyri kapping við privat virkandi og íleggjarar, skal tað vera á javnsettum grundarlagi.

Tá Húsalánsgrunnurin í samstarvi við onnur fer undir verkætlanir á vanliga bústaðamarknaðinum í hesum økjum, skal grunnurin tí virka undir somu treytum sum teir partar, ið luttaka í verkætlanini saman við Húsalánsgrunninum.

Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um verkætlanir, sum Húsalánsgrunnurin einsamallur fer undir á vanliga bústaðamarknaðinum í áður nevndu økjum.

200 mió. kr. skulu fíggja bústaðaverkætlanir til serligar málbólkar.

Av tí, at hesar verkætlanir fevna um málbólkar uttanfyri vanliga bústaðamarknaðin, skulu tær ikki fremjast á javnsettum grundarlagi, hóast tær eru staðsettar í teimum økjum í landinum, har tað annars er grundarlag fyri kapping

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder