Samgongan feldi í dag uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at tryggja fólki ókeypis atgongd til grundleggjandi bankatænastur kring alt landið.
Seinastu árini eru stórar broytingar farnar fram í fíggjarheiminum. Tað, sum fyrr vóru sparikassar, er blivið til bankar við øllum tí, sum har til hoyrir. Tað er ov trupult og ov kostnaðarmikið at brúka bankarnar, halda tinglimir Javnaðarfloksins, sum tí løgdu uppskot fyri løgtingið um at tryggja fólki ókeypis grundleggjandi bankatænastur.
- Tað er lógarkravt, at lønin skal gjaldast út umvegis ein peningastovn, og tí hava fólk ikki møguleika at velja bankarnar frá. Var talan um onkra aðra fyritøku, og fólk við ónøgd við prís- ella tænastustøðið, so fóru tey sín veg. Tað kunnu tey ikki í hesum førinum. Og tað vildu vit broyta, men samgongan hevur tíverri felt hetta málið í dag, sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Stór ónøgd hevur verið um kostnaðarstøðið hjá bankunum. Millum annað at bankarnir eru farnir at taka negativa rentu fyri at hava pening standandi á bók, og at tað er vorðið dýrari at taka pening út. Harafturat eru nógvar deildir latnar aftur kring landið, og í seinastuni eru eisini upplatingartíðir skerdar, og sjálvtøkur tiknar niður.
- Bankarnir reka vinnu og hugsa um yvirskotið av virkseminum. Soleiðis eru teir innrættaðir í dag, og tað er einki ólógligt í tí. Men vit halda, at vit við lóg eiga at tryggja, at fólk til eina og hvørja tíð kunnu taka sína egnu løn út ókeypis og kring alt landið, men samgongan er tíverri ósamd, sigur Jóhannis Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald