Familjur eru ymiskar. Tær liva ymiskt. Eru ymisk samansettar, og tær raðfesta ymiskt. Tí skal barsilsskipanin eisini vera liðilig, so tit sum familja kunnu brúka hana, sum tað hóskar til júst tykkara tørv.
Tí hevur Tjóðveldi smíðað eitt uppskot, sum ger júst tað. Flexbarsil er ein klippikortsskipan, har foreldrini kunnu velja at brúka barsilsfarloyvið yvir trý ár. Fleiri aðrir batar eru í uppskotinum, eitt nú fyri fólk, sum flyta av landinum í útbúgvingar- ella arbeiðsørindum og fyri ov tíðliga fødd børn. Tíverri feldi samgongumeirilutin í Løgtinginum uppskotið til 2. viðgerð í Løgtinginum í dag.
Foreldrini kunnu í samstarvi við arbeiðsgevaran velja, at varveita lutvíst samband við arbeiðsmarknaðin og so drýggja løntu barsilsvikurnar yvir eitt longri tíðarskeið. Tey kunnu soleiðis standa betrií mun til menningarmøguleikar í starvinum, meðan arbeiðsgevarin sleppur undan, at arbeiðsplássið missir eitt dugnaligt starvsfólk í langa samanhangandi tíð. Og barnið fær betri høvi at knýta seg til bæði foreldur. Flexbarsin kann tí vera ein vinn-vinn støða fyri allar partar.
???Barsilsskipnanin skal hóska til føroysku barnafamiljuna anno 2020. Flexbarsil tekur atlit til, at familjur eru samansettar og ymiskar! Men allar hava tær eitt felags ynski: At geva barninum best møguliga byrjan uppá lívið. Og at fáa familju- og arbeiðslív at hanga væl saman???, sigur Bjørt Samuelsen, uppskotssetari vegna Tjóðveldi.
??ll ynskja vit, at nýføðingar okkara fáa eina góða byrjan í lívinum, við tøttum og kærleiksfullum tilknýti til foreldrini. Málið má verða, at fáa longt skipanina upp í 52 løntar barsilsvikur, men skipanin skal eisini gerast munandi meira liðilig, so foreldur í størri mun kunnu skraddaraseyma farloyvið til teirra egna tørv og tørvinum hjá barninum. Hetta er til fyrimuns fyri foreldrini, arbeiðsgevaran, og ikki minst fyri barnið, sum fær ágóðan av, at foreldrini betur kunnu leggja tíðina til rættis.
Ein góð og smidlig barsilsskipan er avgerandi táttur, tá ræður um at eggja familjum at virka, liva og eiga børn síni heima í Føroyum.
???Tíðin saman við pinkubarninum er ein hin dýrmætasta yvirhøvur. Fyri barnið og fyri foreldrini. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at barnið fyrstu árini av lívi sínum fær møguleika at vera nógv saman við báðum foreldrum sínum. Tað er hesa tíðina, tryggleikin og tøttu bondini fyri restina av lívinum verða knýtt.??? sigur Bjørt Samuelsen, sum, hóast at uppskotið varð felt, vónar, at samgongan fer at taka til sín fleiri av hugskotum um eina betri og smidligari barsilsskipan.
Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald