Samgongan hevur samtykt vinar- og kenningarkvotur, har tikið verður frá einum parti av landinum og luta út aftur til vinir- og kenningar í einum øðrum parti av landinum.
Í besta Stalin stíli.
Sloganið var, at teir, ið høvdu kvotur, høvdu nóg mikið, meðan økini í landinum, ið seldu kvoturnar (!) fyri tíggjutals milliónir av krónum, høvdu tørv á menningarhjálp.
Fiskivinnukollveltingin fór ikki at hava avleiðingar á verandi aktørar, søgdu serfrøðingarnir í samgonguni (og í Búskaparráðnum).
Teir fóru so rúkandi skeivir.
Manningin umborð á Jupiter veit ikki, um hon hevur eitt arbeiði í morgin, tí skipið er sett til sølu. Fyrr í dag fekk manningin umborð á Sjúrðarbergi uppsagnarskriv, tí skipið er selt til Russlands, og í kvøld hevur manningin umborð á línuskipinum, Sigmundi, fingið at vita, at seinasti arbeiðsdagur er 1. oktober 2018, tí samgongan ætlar at fara frá fiskidøgum til kvotur.
Eitt er, at samgongan ynskir at beina fyri nøkrum reiðarum, ið eftir teirra - kommunistiska - mátistokki tjena ov nógvar pengar, men fiskivinnukollveltingin feiar beinini undan tíggjutals føroyskum familjum.
Tað er ræðuligt.
Ikki bara fyri sjómannin, men fyri alla familjuna.
Og herferðin móti fiskivinnuni er ikki av enn.
Hetta er bert byrjanin.
Samgongan ætlar at hækka tilfeingisgjaldið, samstundis sum prísirnir á heimsmarknaðinum eru niðri.
Íløgur verða ikki gjørdar í nýggj skip.
Av tí sama fara vit um fá ár at hava svartasta og mest dálkandi fiskiflotan í øllum Skandinavia, meðan grannarnir fiska við nýmótans skipum, ið dálka lítið og einki.
So fiskivinnukollveltingin ávirkar ikki bara reiðararnar og fiskimenninar.
Hon beinir eisini fyri ætlanini um einar grønar Føroyar.
Tað hava vit ikki ráð til. Hvørki nú ella í framtíðini.
Tí mugu vit steðga samgonguni, áðrenn tað verður ov seint.
Góði løgmaður, skriva út nýval, so at vit fáa eina nýggja stjórn.
Tað skylda vit umhvørvinum, fiskimanninum, og ikki minst familjum teirra.
Hanus Samró
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald