Vinna

Samferðslukervið heldur landinum á lívi

...

2015-10-02 20:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

LV.FO: 

ARKITEKTADAGAR: Í sambandi við arkitektadagarnar í hesum døgum, og eftir áheitan frá Arkitektafelagnum um at geva sítt íkast til kjak um arkitektur, hevur Landsverk millum annað valt at seta ljós á samferðsluplanlegging. Meðan landið er sjálvt kropslikamið, er samferðslukervið æðrarnar, sum heldur tí á lívi.


Samfelagið sum heild er fullkomiliga heft av, at til ber at ferðast millum bygdir og býir, so eitt væl virkandi samferðslukervi er av sera stórum týdningi. Hetta kervið hevur bæði týdning fyri einstaka borgaran og vinnulívið, umframt staðseting av arbeiðsplássum, búsetingarmynstri, heilsuøki, útbúgvingarmøguleikar, trivnaði og menning sum heild.

Langtíðarplanlegging av samferðslukervinum kann tryggja, at íløgurnar í kervið verða raðfestar soleiðis, at mest møgulig nytta fæst fyri pengarnar, og at kervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv til ferðslu.

Broytingar í ferðsluni koma í stóran mun av avgerðum, sum verða tiknar á øðrum økjum enn samferðsluøkinum. Hetta at leggja ein skúla, stovn ella virki við nógvum arbeiðsplássum á eitt ávíst stað elvir til, at ferðslan í hesum øki veksur. Tað merkir í flestu førum broytingar ella umleggingar í ferðsluviðurskiftunum.

Umráðandi er tí, at heildarplanlegging verður gjørd, har atlit verða tikin at so nógvum ymiskum viðurskiftum, sum tilber.

Tá vit byggja vegir, tunlar og brýr taka vit eisini atlit til, hvussu infrákervið passar inn verandi lendi, umhvørvi, lendisarkitektur og so framvegis.

Samferðslukervið er fortreyt fyri menning
Í eini møguligari lendisplanlegging er somuleiðis týdningarmikið tíðliga at leggja lendi av til møguligar framtíðar útbyggingar av samferðslukervinum. Hetta tí tað landafrøðiliga er avmarkað, hvussu vegir kunnu leggjast, um teir skulu liggja væl, og at samfelagið fær mest møguligt fyri tær íløgur, sum verða gjørdar í samferðslukervið.

Í ringasta føri kann eitt manglandi ella ótíðarhóskandi samferðslukervi gerast ein forðing fyri menning av ávísum økjum í landinum. Samferðslukervið verður alsamt útbygt við tí fyri eyga at knýta landið saman.

Fyrr var dentur lagdur á at fáa vegasamband til allar bygdir, meðan seinnu árini hevur málið verið at knýta stóru og fólkaríku oyggjarnar saman. Eitt nú fer Eysturoyartunnilin at stytta ferðatíðina munandi millum Suðurstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjar. Sandoyartunnilin fer at knýta enn størri part av fólkinum og víddini á landinum saman. Tá fast ferðasamband verður tann vegin, eru 89 prosent av Føroya fólki og 80 prosent av lendisvíddini í landinum knýtt saman.

Sandoyartunnilin er somuleiðis fyrsta stigið til Suðurleiðina, sum tá fast samband fer at vera til Suðuroynna, verða 99 prosent av fólkinum og 92 prosent av lendisvíddini knýtt hvør at øðrum.

Fakta I ??? Visjón fyri samferðslukervið
Sum ánari og byggiharri av øllum samferðslukervi á landi, ið hoyrir undir landið, hevur Landsverk sjálvandi eina visjón um, hvussu útbyggingar av kervinum eiga at verða gjørdar. Tað fyrsta punktið í visjónini er ein staðfesting av, at góðir ferðamøguleikar skulu stuðla undir og tryggja menning og trivnað í Føroyum.

Eisini skal infrakervið vera soleiðis háttað, at tað lætt og trygt ??? og fyri ein rímuligan kostnað ??? skal bera til hjá øllum at ferðast bæði innanoyggja og út í heim.

Framkomuleikin er sjálvt endamálið við samferðslukervinum og skal gera tað møguligt at ferðast ímillum býir og bygdir í landinum á ein skjótan, góðan og tryggan hátt. Hesin framkomuleiki skal planleggjast soleiðis, at tað ikki gongur út yvir ferðslutrygdina og umhvørvið, men at landið fær mest møguliga nyttu burtur úr teimum íløgum, sum verða gjørdar í samferðslukervið.

Atlitið at ferðslutrygdini er sera umráðandi. Tað kann eitt nú vera gott fyri framkomuleikan, at hámarksferðin verður økt, men á verandi vegakervi hevur hetta neilig árin á ferðslutrygdina. Planleggjast má soleiðis, at til ber at náa flest møguligum málum, uttan tó í ov stóran mun at gera neyðseymjur við onnur mál.

Náttúran og mentanarumhvørvið eru virði, ið serlig atlit skulu takast at í planleggingini. Íløgur í samferðslukervið gerast ofta sera sjónligar í landslagnum, og tí er umráðandi, at hesi verkløg eru soleiðis háttað, at tey hóska til landslagið. Somuleiðis skal hugsast um upplivingarnar hjá tí ferðandi.

Fakta II ??? Mál fyri samferðslukervið
Umframt visjón hevur Landsverk nøkur greið mál við samferðsluplanleggingini:
Tað skal vera skjótt og lætt at ferðast, og stórur dentur verður lagdur á, at høvuðsvegakervið skal hava høgan framkomuleika. Hetta merkir, at høvuðsvegakervið knýtir ymisku økini í landinum saman.

Ferðatíðirnar ímillum ymisku økini í landinum skulu styttast, og felagsferðslan skal vera eitt gott og væl skipað flutningstilboð til øll ferðandi. Serligur dentur verður lagdur á umstøðurnar hjá teimum, sum dagliga ferðast til og frá arbeiði.

Tað skal altíð kennast og vera trygt at ferðast, og flutningskervið skal vera virkið so gott sum altíð. Somuleiðis skal tað í stóran mun bera til at gera eina alternativa farleið innan stutta tíð, tá ein farleið onkursvegna fellur burtur.

Viðvíkjandi ferðslutrygd á vegunum er yvirskipaða málið at arbeiða fram ímóti nullhugsjónini, meðan ítøkilig mál til dømis eru at gera vegakervið ferðslutryggari við ymiskum ferðslutrygdartiltøkum á vegum og í tunlum.

Tey árin, ið samferðslukervið hevur á umhvørvið, sum eitt nú dálking, larmur ella annað, skulu avmarkast, og vegalinjur skulu í mest møguligan mun fylgja landslagnum. Umhvørvið kring samferðslukervið, sum til dømis víkipláss, dvalarvikar, bíðirúm ella farstøðir, skal vera virkið og fagurfrøðiligt.

Samferðslukervið skal vera viðlíkahildið og rikið optimalt fyri at tryggja, at tær íløgur, gjørdar eru í kervið, ikki missa virði ella fella í órøkt. Málið er fyrst at fáa eitt ítøkiligt yvirlit yvir, hvussu stórt forfallið á infrakervinum er, og síðani at leggja eina ætlan fyri, hvussu hetta kann bøtast aftur.

Í vetrarhaldinum eru mál sett fyri hálkubasing og kunning til tey ferðandi. Eisini her er høvuðsvegakervið raðfest fremst í strembanini eftir at knýta landið saman.

Somuleiðis eru mál um bleytu ferðsluna, herundir vegir fyri ferðafólk ??? tær sonevndu Sóljuleiðirnar ??? varðagøtur og gongu- og súkklugøtur (serskilt grein er skrivað um Sóljuleiðir í sambandi við arkitektadagarnar 2015).

Fakta III ??? Samlað samferðsluætlan
Fyri umleið tíggju árum síðani fór Landsverk undir at gera eina heildarætlan fyri føroyska samferðslu. Hetta varð gjørt í útgávuni ???Samferðsluætlan 2008-2020???, sum kom út í 2007. Í desember 2012 varð samferðsluætlanin liðugt dagførd og víðari útbygd undir heitinum ???Samferðsluætlan 2012-2024??? við undirheitinum ???Føroyar sum ein býur???. Samferðsluætlanin er vorðin veruleiki í góðum samstarvi við eitt nú Strandferðsluna og onnur, ið virka á ella hava áhuga í samferðsluøkinum.

Samferðsluætlanin fevnir um yvirskipaðu málini fyri framtíðar íløgur í samferðslukervið, umframt at vera grundarlag undir raðfestingum av teimum málum, sum sett eru út í kortið. Endamálið við hesum er at geva eitt yvirlit yvir, hvørji atlit skulu takast, tá útbyggingar ella broytingar á samferðsluøkinum skulu fremjast, og hvussu tey skulu raðfestast. Hetta er neyðugt fyri at kunna meta um, hvørt ein íløga er til gagns fyri samfelagið ella ikki.

Somuleiðis er Samferðsluætlanin eitt mál fyri tær íløgur, ið mælt verður til at gera fyri at náa teimum málum, ið sett eru. Tað verði seg hvørjar íløgur skulu gerast fyri at binda landið enn meira saman, so vit kenna tað sum eina eind. Júst sum heitið ???Føroyar sum ein býur??? lýsir.

??tlanin er at dagføra Samferðsluætlanina umleið fjórða hvørt ár, tí bæði umstøður og fortreytir broytast støðugt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder