2016-02-03 20:12
Vár í ??lavsstovu, adjunktur á Námsvísindadeildini, er av Mentamálaráðnum vald í Serfrøðingabólkin Málráð Norðurlanda (Ekspertgruppen Nordens sprogråd). Henda nevnd er úrslit av ymsum samanleggingum og broytingum og málið við hesi nevnd er at samantvinna mál, undirvísing og gransking í Norðurlondum. Limirnir í nevndini eru valdir millum fólk, sum arbeiða og hava innlit í málfatan hjá ungum og børnum, og teirra førleiki fevnir um øll øki, sum hava við málfatan at gera, alt frá máldidaktikki til miðlabrúk.
Norðurlendska ráðharraráðið gjørdi eina málsamtykt í 2006, tí tey ásannaðu, at tørvur var á einum nýggjum málpolitikki, sum skuldi tryggja heildina og samanheingin í øllum máltiltøkunum, ið Norðurlendska ráðharraráðið hevur ábyrgdina av. Eitt av úrslitunum av hesi ásannan var, at mentanar-, undirvísingar- og granskingargeirin setti Serfrøðingabólkin Málráð Norðurlanda, sum á árligum fundi yvirskipað er við í ráðlegging, metir um úrslit av ymsum átøkum og er við til at leggja til rættis framtíðarverkætlanir, tað skrivar www.setur.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald