Politikkur

Samanhald heldur enn lokal áhuagmál

...

2019-07-16 17:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit eiga sjálvsagt øll at vera errin av okkara høvuðsstaði. Men tíverri finnast nøkur fólk, sum alt ov ofta illneitast inn á Havnina og harvið royna at seta kílar ímillum høvuðsstaðin og restina av landinum

Vend eigur at koma í ta mangan neiligu, lokalpatriotisku og snævurskygdu umrøðuna av Havnini og øllum tí, sum høvuðsstaður Føroya stendur fyri.

Tíverri hoyrist slíkt møsn og grenj mangan frá sitandi politikarum, valdir uttan fyri Havnina. Og tíverri eisini frá fólki úr mínum egna flokki.

Veruleikin er, at Í Tórshavnar kommunu búgva í dag meira enn 21.000 fólk, tað svarar til 41 prosent av øllum borgarum í Føroyum. Og vøksturin heldur fram.

Vit kunnu bara ásanna, at tey allarflestu ungu, sum flyta til Føroya, vilja búgva í Havn. Hetta er sama rák, sum í okkara grannalondum.

Tí er eisini stórur tørvur á nýggjum fjølbroyttum bústaðarmøguleikum í Havnini. Fleiri sethús, íbúðir og leiguíbúðir mugu byggjast næstu árini.

Hetta er eisini orsøkin til at Bústaðir byggir munandi meira í Havnini enn aðrastaðni í Føroyum. Hatta kann ikki undra nakran, sum fylgir eitt sindur við vøkstrinum í fólkatalinum og hvar tilflytarar ynskja at búseta seg.

Mín áheitan til hesar mangan neiligu røddir er: Vinaliga steðgi tí neiligu umrøðuni av Havnini, tá hon er íspunnin og bert verður nýtt til at fremja egin áhugamál í øðrum pørtum av landinum.

Slík umrøða hoyrir ongastaðni heima, tí hon er við til at seta kílar ímillum Havnina og útjaðaran. Slík umrøða stuðlar upp undir sundurlyndið og spennir bein fyri samanhaldi.

Henda framferð sømir seg heldur ikki landspolitikarum, sum eiga at hava sum fremsta endamál at savna tjóðina.

Vit eiga heldur at fjálga enn meira um Havnina, soleiðis at ta vaksandi talið av havnarborgarum fáa so góðar framtíðar møguleikar sum gjørligt í einum sterkum høvuðsstaði.

Verði eg valdur til komandi løgtingsval fyri Fólkaflokkin, so vil eg sjálvsagt tæna áhugamálunum hjá bæði Føroya landi og Havnini, tí eitt framkomið land, hevur sjálvandi ein sterkan høvuðsstað, sum vit øll skulu vera errin av.


Birgir Nielsen
Valevni hjá Fólkaflokkinum

Vilji og dirvi til broytingar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder