Politikkur

Saman standa vit sterkari

...

2020-11-07 08:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Heilt fram til 2009 vóru Sandavágur og Miðvágur bygdir í vóru í kapping við hvørja aðra, tó so bygdirnar høvdu samarbeiði á nógvum økjum, og hava eisini gjørt nógvar verkætlanir saman, sum hava rigga væl, men eftir atkvøðugreiðslur í 2008 varð endaliga avgjørt at leggja bygdirnar Sandavág og Miðvág saman. Vatnsoyrar var tá saman við Miðvági. Hettar varð gjørt fyri at gera økið sterkari og betri, nú man visti at fleiri økir sum eldraøki og barnagarðsøkið skuldu leggjast út til kommunurnar at umsita. Alt gott um tað, men tað er ógvuliga umráðandi at tey, sum bjóða seg fram til at umsita og taka avgerðir fyri Vága Kommunu, vilja hettar og vilja gera Vága kommunu til eina góða og sterka kommunu. Bara soleiðis fáa vit nøgdar borgarar, og bara soleiðis menna vit eitt sterkt økið sum eitur Vága kommuna. 


Um eg fái møguleikan at umboða kommununa næstu 4 árini, vil eg framhaldandi gera mítt til at Vága kommuna verður ein góð kommuna at búðleikast í. Eg haldi og veit at kommunan, í mun til nógvar aðrar kommunur í landinum, er í góðum standi, men sjálvandi er okkurt í haltar, t.d eru umsøðurnar hjá bátaeigarum ikki góðar, og her má og skal okkurt gerast. Eystari hylurin er alt ov ótryggur, og alt ov lítil, og vestari hylurin hevur brúgvar sum eru frá seinast í 70unum, haldi eg, og her skula pengar setast av til at fáa hettar gjørt. Tað er eitt hjartamál hjá mær.

X við Jonhard Joensen
X við Borgaralistan 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder