Politikkur

Saman framá

...

2020-11-08 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Endamálið hjá okkum, sum stilla upp til býráðsval eigur at vera, at arbeiða framm ímóti at gera kommununa til ta bestu í Føroyum at búleikast í. Fyri at teljast millum bestu kommunurnar, skal fokus vera á: 

 

-   einum sunnum fólkavøkstri

-   grundstykki tøk til einhvørja tíð og til ymisk endamál

-   kappingarført skattatrýst og kappingarførar kostnaðir á barna- og vøggustovu økinum

-   góðar og sunnar grundtænastur, so sum barnagarð, skúla, eldraheim osfr.

-   trygt og gott umhvørvi at búleikast í

-   nemt at koma til ymisku hentleikarnar í kommununi

-   ymisk tilboð til ung og eldri 

-   eitt sunt og gevandi vinnulív, ið skapar arbeiðspláss og ringvirkningar í kommununi

 

Fyri at skapa eina kommunu við trivnaði í miðdeplinum, er neyðugt at hugsa sum ein eind. Hetta merkir m.a. at kjakið um ungdómshús/tilboð eigur at vendast á høvdið. Vit eiga at diskutera innihald, heldur enn staðseting. Vit hava dugnalig starvsfólk innan barna- og ungdómsøkið, og er upplagt at tey vera tikin við uppá ráð og harvið skapa karmar, til frama fyri allan ungdómin. Eisini er tað umráðandi, at tey ungu sjálvi sleppa at mynda tilboð, ið eru áhugaverd fyri tey.

 

Fyri at binda økið saman sum eina eind, vil eg arbeiða fyri at bussleið verður millum bygdirnar, soleiðis at ung og gomul kunnu nýta ymsu tænasturnar, ið bygdirnar hava at bjóða. Og at taðgerst lættari at ferðast millum bygdirnar. Eisini hevði eg ynskt, at hugsað forbí kommunumark um, hvussu vit best skipa tænasturnar fyri borgararnar í allari oynni. 

 

Áhugavert hevði eisini veriðat roynt ein verkætlan í samstarv við eitt nú Bústaðir um eldraíbúðir við tilknýtið til Ellisheimið. ??tlað til fólk, ið eru ov væl fyri til at flyta inn á ellisheimið, men ov illa fyri at búgva heima.

 

Við einum sterkum Framtíðarlistaí býráðnum er ætlanin at koma víðari frá innanhýsis kapping og staðseting, til innihald og virðir, ið skula viðføra úrslit í trivnaði og vælveru. 

 

han á Mýrini, valevni til býráðið í Vága kommunu

 

X við Framtíðarlistin ??? ein nýggj byrjan!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder