Politikkur

Sálarfrøðingar út á skúlarnar

...

2020-10-22 14:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at vit eiga at seta eina skipan við økisskúlasálarfrøðingum í verk.

Tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni í gjár, setti Jóhannis Joensen ein fyrispurning til landsstýrismannin í skúlamálum, Jenis av Rana.

Jóhannis Joensen vísti á, at tað fleiri ferðir varð ført fram í sambandi við viðgerðina av uppskotinum um ókeypis sálarfrøði til børn og ung, at tað var neyðugt er at røkka teimum undir 15 ár betur. Í hesum sambandi varð eisini sagt, at ein skipan við økisskúlasálarfrøði møguliga hevði fyribyrgt keðiligum gongdum við skúlanoktan, angist og tunglyndi hjá skúlanæmingum.

- Ein royndarskipan við ókeypis sálarfrøðiligari hjálp til fólk í aldrinum 15 ??? 35 ár er í stoypiskeiðini, og eg haldi, at vit áttu at víðkað hesa skipan við at sett í verk økisskúlasálarfrøðingar, so at tey, sum eru yngri enn 15 ár eisini verða loftað, segði Jóhannis Joensen, tingmaður.

Jenis av Rana helt hugskotið vera skilagott, og segði seg fara at kanna hetta nærri.

- Eg vóni, at landsstýrismaðurin ger meira við hetta, og at trivnaðurin hjá børnum og ungum fær hægstu raðfesting í samfelag okkara. Bæði fyri tann, sum ikki trívist, og fyri okkum sum samfelag. Ein íløga í menniskju er altíð ein góð íløga, sigur Jóhannis Joensen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder