2019-01-24 21:26
Ruth Vang forskvinna í fíggjarnevndini í løgtinginum hevur kallað inn til fund klokkan 10 í morgin. Fyrsta punkt á skránni er val av formanni.
Fíggjarnevndin í løgtinginum hevur verið óarbeiðsfør í ár, tí rumbul hevur verið um formanspostin.
Tann 16. januar heittu teir fýra Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard, Bill Justinussen og Kristin Michelsen á Ruth Vang um at kallað inn til fundar, og tað hevur hon nú gjørt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald