JN

Russiskur sjómaður innlagdur við korona

...

2020-07-24 13:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eyka tíðindasending var beint nú í Kringvarpinum, tí at ein russiskur sjómaður er innlagdur við korona.

Manningin á russiska skipinum hevur ikki verið í landi, men nakrir føroyingar hava verið umborð á skipinum, sum liggur í Klaksvík.

Hann var innlagdur á Klaksvíkar Sjúkrahús í gjár við lungnabruna, og á middegi í dag varð staðfest, at hann er smittaður við korona.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder