Vinna

Russar hava avlýst eftirlitsvitjanina í Føroyum

...

2020-03-12 16:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í morgun fingu vit boð frá føroysku sendistovuni í Russlandi, at Rosselkhoznador avlýsur eftirlitsvitjanina í Føroyum, ið annars skuldi byrja mánadagin 23. mars 2020.

Sum gongdin hevur verið við COVID19 seinastu dagarnar, er tað ikki óvæntað, at russiski matvørumyndugleikin, Rosselkhoznadzor avlýsur ferðina til Føroya. Formliga fráboðanin frá Rosselkhoznadzor er tó ikki komin enn.

Frá okkara síðu er klárt til at kunna fremja sjálva vitjanina. Frágreiðingin ið russar bóðu um, er latin teimum fyri umleið einum mánaða síðani, umsett til russiskt. Talan er um rúgvismikið tilfar, samlaða frágreiðingin á russiskum man verða einar 130 A4 síður. Hetta er frágreiðing ið russisku inspektørarnir lesa áðrenn teir skuldu koma til Føroya, soleiðis at teir eru so væl fyrireikaðir sum gjørligt.

Eisini eru fleiri av virkjunum á russlandslistanum vitjaði sum fyrireiking til ætlaðu vitjanina úr Russlandi.

Tá vit fáa formligu fráboðanina frá Rosselkhoznadzor, fáa vit at síggja, hvat teir ætla.

Rosselkhoznadzor hevur verið í Føroyum at vitjan í trimum umførum. Endamálið við tílíkum vitjanum er at vitja virkir sum kunnu útflyta til Euroasiatisku búskaparsamgonguna fyri at eftirkanna um Heilsufrøðiliga starvsstovan tryggjar at vøra, sum verður útflutt livur upp til russisku lóggávuna.

Aðalendamálið við hesi vitjan var at fáa fleiri virkir á listan til at kunna útflyta til Euroasiatisku búskaparsamgonguna. Fráboðan er komin frá Rosselkhoznadzor at áðrenn fleiri virkir koma á listan so skal eina eftirlitsvitjan verða framd í Føroyum.

??tflutningur til Russland í 2019
Samlaði útflutningurin til Russland í 2019 var 2,23 mia.kr.

Veterinerváttanir til Russland í 2019, við umlastning í Danmark
Í 2019 útskrivaðu vit íalt 1.020 stk. veterinerváttanir, fyri útflutning av feskum laksi til Russland. Hetta svarar til eins nógvar bingjur á í miðal 16 tons av feskum laksi. Hvør einasta bingja, er kannað og seglað av okkum áðrenn tær fara av landinum. Í Hirtshals verður umlastað í russiskar bingjur, undir eftirlitii av donskum embætisdjóralæknum, vegna Heilsufrøðiligu starvsstovuna

Veterinerváttanir til Russland í 2019, pelagisk vøra.
Í 2019 vóru í 860 veterinerváttanir útskrivaðar fyri pelagiska vøru, ið var útflutt til Russland. Hetta er vanliga útflutning við reefarum, úr Føroyuum og beinleiðis til Skt. Petersburg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder