Politikkur

Rúsandi gummibomm

...

2020-09-12 20:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað tykist ikki vera nøkur mørk fyri, hvussu rúsevni koma inn í landið. Nýggjasti hamurin er gummibomm. At hugsa sær til, rúsandi gummibomm....

At fólk tilvitað selja og innflyta rúsevni, sum tey vita oyðileggja lív og lagnu hjá øðrum er púra ófyrigeviligt. Og revsingin eigur at vera hareftir.

Geografiska støðan hjá okkum átti at gjørt, at tað ongastaðni í heiminum var lættari at steðga fyri innflutningi. Men tað er ein sannroynd, at meðan bæði skipa- og flogferðsla er fleirfaldað, so hevur eftirlitið ikki fylgt við. So har er avgjørt nakað at gera.

Seinnu árini er stórur dentur lagdur á at menna rúsviðgerðartilboðini. Játtanin er økt met nógv, og nýggj viðgerðartilboð eru sett á stovn, umframt at lógarkrøv nú verða sett stovnunum. Alt fyri at menna dygdina í viðgerðartilboðunum. Tað er gott og hevur eisini verið neyðugt. Men tað kann heldur ikki standa einsamalt.

Tað er slett ongin ivi um, at fyribyrgjandi parturin má mennast munandi. Sum heild er nógv truplari at fáa játtan til fyribyrging enn til viðgerð. Viðgerð er akut og sjónlig, meðan fyribyrging er tað langa seiga takið, sum tekur tíð og er trupult at máta virknaðin av. Og fyribyrgingin er eisini nógv breiðari og røkkur heilt frá góðari sálarheilsu, trivnaði, nærveru við foreldrini, umsorgan, menning av sjálvsvirði, upplýsing og kunning um hvat fremur góða heilsu, mentanar- og frítíðartilboð, góðar relatiónir, ítróttur, sosialir felagsskapir og mangt mangt annað. Heilsufremjan og fyribyrging má fáa nógv størri rúmd og síggjast aftur á øllum hesum pallum. Heilt frá børnini eru smá, gjøgnum skúlaárini og út í heimini og alt samfelagið.

Vit hava tørv á einum fólkaheilsu myndugleikastovni, sum kann ráðgeva politikarum og myndugleikum um, hvør strategiin er tann rætta fyri at røkka betri heilsu og trivnaði. Ein myndugleikastovn við sterkum fakfólkum, sum tvørfakliga leggja ætlanir, sum bæði verða mentar og eftirmettar. Og so hava vit tørv á, at øll lóggávan á økinum er á føroyskum hondum, so løgtingið kann handla skjótt og seta neyðug tiltøk í verk. Tað er ein trupulleiki í dag m.a. við rúsevnislóggávuni, at teir listar, sum rúsevni eru skrásett á, eru ásettir í danskari kunngerð, og tí ikki kunnu broytast uttanum danskar myndugleikar. Tað elvir til drál í skipanini, og ítøkiliga hevur tað havt við sær, at tað ikki hevur verið møguligt at leggja hald á ymisk evni í Føroyum, tí listarnir ikki hava verið dagførdir. Tað kann lættliga taka ár at dagføra listarnir við tungu mannagongdini umvegis danskar myndugleikar.

Eitt føroyskt landslæknaembæti er sjálvsagdur partur í hesum myndugleikastovni. Vit vita eisini millum annað, at nakað av tí, sum verður selt, er heilivágur, sum er útskrivaður av læknum. So eftirlitsuppgávan hjá landslæknanum hevur eisini stóran týdning, umframt, at hann hevur eftirlit við viðgerðarstovnunum o.ø.

Tað er nógv vit í felag kunnu gera í dystinum móti rúsevnum. Meira fyribyrging, hørð revsing fyri sølu og innflutningi, betri eftirlit, ein fakliga sterkan fólkaheilsumyndugleika og lóggávuna á føroyskar hendur.

Vit eru klár at stuðla øllum góðum tiltøkum, sum kunnu verja okkara fólk fyri tí vanlagnu, sum rúsevni hava við sær. Tann ábyrgdin liggur á okkum øllum.

Sirið Stenberg

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder