
Hetta hevur verið eitt tekniskt gjøgnumbrot fyri okkara ungu fyritøku, Fishfacts.
Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, sigur orðatakið, og tá Korona floymdi yvir Føroyar og Evropa, samstundis sum allar fiskivinnumessurnar, vit skuldu á, vórðu avlýstar og heimurin steðgaði upp, gjørdu vit av at seta ferðina hægri upp.
Vit skuldu nevniliga skipa fyri heimsins fyrstu virtual FishExpo.
Hugskotið var áhugavert, søgdu tey flestu, men hvussu kemur hon at ganga fyri seg?
Eitt er at hava eitt hugskot. Tað kunnu øll hava. Eitt annað er at gera tað. Tað kunnu eisini nógv gera. Men at yvirbevísa onnur um, at tað er eitt gott hugskot, ja, tað er ein heilt onnur søga!
Men tað er ein avbjóðnig eins og aðrar. Tær eru har fyri at verða loystar.
Vit hava marknaðarført í bæði føroyskum og útlendskum miðlum. Tað gevur sjálvandi eitt sindur av "hype" og umrøðu, men tað er ikki so lætt at greiða fólki frá nøkrum, tey ikki hava roynt áður.
Tí var neyðugt við gjølligari frágreiðing - og tað er her, kjallarakontóri hjá Raclip kemur inn.
Í dag skipaðu vit nevniliga fyri beinleiðis webinari fyri øllum teimum, vit hava verið í sambandi við. Bæði verandi kundum, og hvør veit, møguliga eisini nýggjum kundum?
Undirtøkan fyri webinarinum var serstakliga góð. Har vóru fyritøkur úr øllum Evropa: Spania, Portugal, Íslandi, Hollandi, Turkalandi, Føroyum, Norra og Russlandi.
Eg má siga akkurát sum er. Eg var ómetaliga nervøsur áðrenn vit fóru í gongd.
Tað er ikki bara sum at siga tað at standa einsamallur frammanfyri kameraði í kjallarakontóri í Runavík, har tú ikki kanst lesa stemningin av, ella hava eygnakontakt við tey, tú tosar við.
Tú tosar faktiskt við teg sjálvan - ekstremt entusiastiskur og eldhugaður. Fyri at siga akkurát sum er. Tú bæði sær og kennir teg skítbýttan.
Men eg má rósa Pætur Høj og Raclip fyri fantastiska tænastu. Bæði áðrenn, meðan, og aftaná. Teir kunnu so absloutt viðmælast
Eg vil eisini nýta høvið til at takka øllum teimum, ið settu tíð av til framløguna. Tað er ótrúliga stuttligt við so góðum og gevandi afturmeldingum. Túsund takk!
Og so til síðst. Eitt sindur filosofiskt.
Tað er ófatiligt at hugsa sær, at tað er møguligt at hava framløgu í Runavík, meðan ein situr og fylgir við í Russlandi. Ella Portugal. Ella í Spania.
Tað gjørdu vit so í dag, og nú mugu vit so fáa at síggja, hvussu verður komandi dagarnar. Vit hava í hvussu er prógvað at tað ber til. Vit hava loystu teknisku avbjóðingarnar. Vit hava loyst ivamálini. Alt er klárt.
Heimsins fyrsta virtual FishExpo fer av bakkastokki týsdagin 9. juni 2020.
Hanus Samró
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald