Nú var Rósa aftur á skerminum.
Hesaferð sum ???empati??? umboð fyri sambandsflokkin í valsendingini ??? Í andglettinum???
Hugsaði fyri mær sjálvum:
Hevur sambandið onki betur at bjóða?
Tí er tað nakað sum ikki interesserar Rósu Samuelsen ,so er tað umstøðurnar hjá teim sjúku og veiku.
???Viðgerðartrygd??? !! Góðan morgun!
Eg minnist í hvussu so er tá Karsten Hansen bað um 4 -fýra- milliónir til heilsuverkið og fekk blankt nei m.a. frá Rósu.
Nú ætlar hon so at billa okkum inn, at hon fer at senda hundraðtals sjúklingar fyri hundraðtals milliónir, til Danmarkar,Noregs,Svøríkis,Onglands og USA (har var ongIn avmarking).
Samstundis sum hon ikki konkret kundi vísa á eina krónu til endamálið.
30 mill kr um árið eyka ætlar hon at lata til heilsuverkið .
Fyri tað fyrsta so er tað alt ov lítið og hví skulu vit trúgva tí nú ,tá tú ikki kundi lata 4 heilt neyðugar milliónir tá sambandsflokkurin sat við ræðið.?
Summatíðir kann ein halda at sambandsflokkurin heldur okkum vera komplet idiotar,
tá teir rokna við at okur hoppa uppá ein slíkan ???límpinn???
Sambandsflokkurin satsar uppá at veljarin onki minnist um vanstýrið á heilsuøkinum meðan sambandið sat við valdinum.
Nei! ???Eg minnist??? skrivaði Edvard Mitens á sinni,eg sigi Signar Dam minnist eisini !
Signar P.Dam
Tvøroyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald