Landsnevndin í Sambandsflokkinum hevur valt nýggja Starvsnevnd og nevndin hevur skipað seg við Rósu Samuelsen sum forkvinnu
Landsnevndin hjá Sambandsflokkinum hevur valt 3 umboð í Starvsnevndina hjá Sambandsflokkinum - hesi eru Rósa Samuelsen, Ingi Mittún og Eyðbjartur S. Skaalum.
Nevndin hevur nú skipað seg við Rósu Samuelsen sum forkvinnu.
Starvsnevndin hevur sum høvuðsuppgávur at fyrireika, viðgera og samskipa mál til støðutakan í Landsnevndini, umframt at fyrireika størri mál og verkætlanir og tiltøk fyri Sambandsflokkin.
Sostatt hevur Starvsnevndin ein týðandi leiklut í innanhýsis virkseminum hjá Sambandsflokkinum, serliga nú fyrireikingar til tvey val standa beint fyri framman.
Rósa hevur drúgvar royndir í føroyskum politikki - hevur sitið í Løgtinginum og eisini virka sum landsstýriskvinna í Almannamálum. Eisini hevur hon drúgvar royndir sum borgarstjóri í Sandavágs - og Vága kommunu og hevur verið forkvinna í Føroya Kommunufelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald