2020-03-20 21:09

Vit skrivaðu í gjár og høvdu myndir av Oyrargjógv, har eitt 600 metrar langt rør var flotað, sum skuldi leggjast út eftir botninum í Vestmannasundi áleið við gomlu lendingina á Fútakletti, rørið skal brúkast til frárensl frá smoltstøðini á Fútakletti.
Í morgun tíðliga varð farið undir at sleipað langa rørið heim á Fútaklett, tað gekk væl, mesta arbeiðið var at fáa rørið á land við Fútakletti, tí tað var so tungt, men alt gekk væl, og rørið er komið at liggja har tað skal.
Myndirnar eigur Esmar Klakstein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald