Vinna

Rokfiskiskapur eftir upsa

...

2020-02-01 10:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Partrolararnir hava havt rokfiskiskap eftir upsa frætta vit frá Faroe Origin í Runavík.

Bakur og Lerkur fóru út 24. januar, teir komu inn aftur í gjár nærum fullfermdir - 360.000 pund, teir byrjaði fiskiskap eystanfyri, men fluttu vesturum, teir landa í morgin.

Heykur og Falkur komu á Runavík í gjár fullir undir lúkurnar, teir fóru út 28. januar, Heykur og Falkur landa í dag, teir hava 500.000 pund, Heykur og Falkur hava roynt eystanfyri. Teir fara nýggjan túr í kvøld.

Stelkur er á Klaksvíkar Sleipistøð, har gearið verður umvælt, teir verða klárir aftur um eina viku, tá skal Stelkur partrola við Bak, Lerkur hevur verið saman við Baki, men teir fara um eina viku at partrola saman við Róki, sum hevur verið einsamallur tað seinastu tíðina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder