Politikkur

Rógvi Egilstoft stillar upp til Eiðis kommunu

...

2020-11-03 18:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eg eiti Rógvi Egilstoft. Eri 27 ára gamal og starvist sum lærari í Eiðis skúla.

Eg stilli upp, tí eg vil vera við til at fáa Eiðis kommunu til eina enn betri kommunu. Ein kommuna, har trivnaðurin hjá borgaranum verður settur í miðdepilin.
Hóast ungan aldur, havi eg nøktandi royndir til at verða við at stýra kommununi næstu 4 árini. Eg havi m.a. verið
??? formaður í ungdómsnevndini hjá EB-Streymi
??? samskipari av føroyskari telving
??? varalimur á Føroya Løgtingi
??? í løtuni formaður í talvfelagnum í økinum
Eg fari m.a. at arbeiða fyri hesum:
??? Barnafamiljur skulu hava tað gott í kommununi
o Barnafrádrátturin skal hækkast
o Stovnar, har børn hava dagliga gongd, skulu hava hægstu raðfesting
o Spæliplássini skulu setast í stand og betrast
??? Tað skal vera spennandi at vera ungur í kommununi
o Ungdómurin skal hava eitt stað, har skipað verður fyri fjølbroyttum virksemi
o Spælipláss skal gerast, sum eisini er til tey ungu m.a. við trampolin
??? Fríðkan í bygdunum
o Havnarlagið skal skipast, so tað er til gagns fyri vinnu og borgarar
o Ábøtur skulu gerast á gøtur, og ljós setast upp
o Kloakkrørið niðri á Vatni skal søkkjast og tryggjast
??? Tað skal verða trygt og gott at blíva gamal í kommununi
o Eldraíbúðir skulu byggjast, so bústaðarmøguleikarnir verða meiri fjølbroyttir
o Korndalsbýlið skal útbyggjast og dagførast
??? Kommunan skal hugsa grønt
o Tá nýtt verður bygt, skulu grønar orkuloysnir brúkast mest møguligt
o Borgararnir skulu hava møguleika at skilja burturkastið betur
??? Ein kommuna, tríggjar bygdir
o Vetrarfriðað verður við Ljósá í 2021
o Spælipláss verður gjørt við Ljósá og í Svínáum
o Trupulleikarnir við vatnveitingini í Svínáum skulu loysast í 2021
??? Eini tryggari fíggjarstýring
o Kommunan skal ikki hækka skattaprosentið, sum í dag er 18,75%
o Kommunan skal altíð føra ein ábyrgdarfullan og framskygdan fíggjarpolitikk
Nú skal telvast rætt! Vel ein, sum dugir at telva
Rógvi Egilstoft, Listi B

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder