Politikkur

Røða: Javni ger Føroyar til eitt betri samfelag

...

2021-05-15 21:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinnapartin í dag flutti løgmaður fram røðu í sambandi við, at Javni fyllir 50 ár.

Lesið røðu løgmans niðanfyri.

Góðan dagin, øll somul.

Hjartaliga til lukku øll tit, sum eiga og umboða Javna.

Og takk fyri hasa góðu røðuna, tit í »Spyr Meg«. Tað er ikki lætt hjá mær at koma aftan á fólk, sum duga so væl at halda røðu!

Hatta vóru góð føðingardagsynski og góðar áminningar at fáa - takk fyri!

***

Hetta er ein góður dagur. Ein hátíðardagur. Bæði tí, at Javni fyllir 50 ár - og tí vit í dag fáa høvi at feiðra øll tey nógvu málini, sum Javni hevur arbeitt fyri og fingið ígjøgnum - og sum hava gjørt Føroyar betri.

***

Eg skal byrja við siga tykkum nakað, sum ein mamma einaferð segði - og sum rakti meg beint í hjartað.

Tí tað vísir,hvussutrupult tað var í tíðini, áðrenn Javni kom.

Tað var ein mamma, sum átti eitt barn við serligum tørvi.

Barnið vaks til. Men so doyði tað - og eftir jarðarferðina segði hon soleiðis: ???Hetta var ein tungur dagur!

Men hann er kortini ikki líka tungur, sum tann dagurin, tá ið eg mátti leiða mítt barn oman á keiina, umborð á skipið og senda tað til Danmarkar. Tá var tað ótti og óvissa. Nú veit eg í minsta lagi, hvar barn mítt er.???

Hesi orðini eru ongantíð farin frá mær aftur, síðani eg hoyrdi tey.

Vit, sum eru foreldur, kenna alt til stúran. Men í dag kunnu vit bara ímynda okkum tann ótta og ta óvissu, sum hesi foreldrini hava kent, tí tað ikki var pláss fyri teirra barni her heima í Føroyum.

Í seinnu helvt av trýssjunum vóru fleiri enn 100 børn og ung send av landinum á stovn

Barnið hjá hesi mammuni kom heim aftur í hálvfjersunum. Eini 10 ár aftaná, at tað varð sent avstað.

10 ár er long tíð fyri eitt barn at vera burtur frá sínum kæru.

Og tað er long tíð hjá eini mammu at liva í óvissu.

Sum eg eri fegin um, at Javni kom. At fólk søgdu frá ??? og vildu hava, at tað var pláss fyri øllum føroyingum í Føroyum.

Vit eiga jú øll hetta landið. Í felag. Og eingin eigur tað meiri enn nakar annar. Eingin eigur at kunna siga við nakran annan: Nei, tíverri, vit hava ikki pláss fyri tær her í okkara landi.

Sjálvandi var tíðin ein onnur tá. Og eg veit, at nógv foreldur og politikarar hildu - vónaðu - at tað var gott fyri børnini at fáa hjálp í Danmark. Eg haldi ikki, at nakar ætlaði nakað ilt.

Men nú vita vit, at tað er betri fyri fólk at vera har, sum tey hoyra til. Tað er best at vera heima. Og at fáa hjálp og umstøður har, sum man býr.

Hetta var upphavið til Javna. Tíbetur fekk Javni okkum at síggja hetta.

Tað var ein neisti, sum birti ein eld, sum skapti eina rørslu.

Og vit síggja í dag, at rørslan framvegis er sterk. Kanska sterkari enn nakrantíð. Hyggið bara, hvussu nógv fólk eru her í dag!

Tí seinastu 50 árini hevur Javni staðið sum ein verjugarður - og mint okkum á, at í Føroyum skal tað vera pláss fyri øllum. Og at í Føroyum hava vitbrúk fyriøllum.

Tað eru góðar og vigtigar áminningar. Tí øll hava nakað at geva.

Og vit eiga altíð at skipa samfelagið soleiðis, at øll - uttan mun til avbjóðingar og fortreytir annars - skulu kunna liva eitt virkið og sjálvstøðugt lív. Eitt gott lív.

Javni er motorurin aftanfyri framgongdina. Eg veit, at tit ofta halda, at tað gongur ov seint. Tí hava tit uttan iva rætt í. Men tað er kortini nógv hent hesi 50 árini.

Vit hava fingið skúlar, serflokkar og serbreytir.

Vit hava fingið bústovnar, sambýlir og umlættingarheim.

Vit hava fingið eina rúgvu av skipanum, sum á ymsan hátt skulu lofta, styðja og hjálpa.

Afturfyri hetta ??? hava vit sum samfelag fingið nógv frá tykkum.

Ikki minst tykkum øllum, sum geva tykkara íkast á arbeiðsplássum kring landið. Her skal fara ein tøkk til nógvu privatu og almennu arbeiðsplássini, sum gera tað møguligt. Tað skal vera mín vón, at enn fleiri arbeiðspláss fara at gera tykkum hetta eftir.

Løgtingið hevur eisini samtykt sáttmálan hjá ST um rættindi hjá fólki, ið bera brek.

Har stendur millum annað, at »øll menniskju hava virðing og tign íborna. At øll eiga rættindi, sum ikki kunnu missast.«

Og hartil hava politikarar úr øllum flokkum arbeitt við at gera eina nýggja lóg fyri gomlu forsorgarlógina frá 1967.

Í nýggju lógini um almannatrygd og tænastur stendur, at borgarin skal takast uppá ráð, fáa skjóta og góða ráðgeving - og í heila tikið stuðlast, so hann kann liva so vanligt, sum gjørligt, og klára seg sjálvur.

Eg eri so glaður fyri, at hendan lógin er komin ígjøgnum.

Eitt annað mál, sum stendur mær nær, er at stovna eina endurmenninginarskipan, soleiðis, at tey, sum seinni í lívinum fáa serligan tørv orsakað av skaða ella sjúku, kunnu loftast so skjótt og so væl, sum yvirhøvur gjørligt. Tit hava víst at tað ber til ??? tað styrkir meg í trúnni, at tað eiga vit at gera.

Eg veit, at tit í Javna halda, at tað gongur ov seint at byggja. Og helst kundu vit politikarar gjørt meira, so tað gekk enn skjótari. Men nú tykist vend vera komin í. Við bústaðarpakkanum hjá landsstýrinum verður verulig ferð sett á at byggja fleiri vardar bústaðir.

Tað verður eisini gott, tá ið Rásin verður útbygd. Fyrireikingarnar eru fult í gongd, og byggingin verður boðin út seinni í hesum árinum. Tá ið arbeiðið er liðugt sleppa 14 næmingar á Rásina hvørt ár.

**

Góðu tit øll

Javni er kanska tað besta dømi um, hvussu stóran týdning rørslur og áhugafelagsskapir hava í einum samfelag. Tí tað allarmesta av tí góða, sum er hent á hesum økinum, er sprottið úr Javna. Og tað er vert at hátíðarhalda í dag!

Vit politikarar taka nógvar avgerðir um alt møguligt allatíðina - og vit hava ofta brúk fyri, at onkur skumpar undir okkum. Minnir okkum á tað vigtigasta.

Í 50 ár hava tit skumpað undir okkum - akkurát sum nevndin í »Spyr Meg« gjørdi beint í áðni - og tað er gott!

Men tit skumpa eisini undir alt fólkið í Føroyum. Tit broyta fatanina av, hvat ber til - og hvat eigur at vera gjørt. Tit gera landið rúmligari - og tað er gott fyri øll.

Og at enda skumpa tit eisini vinarliga undir familjur, sum fáa børn við serligum tørvi. Tit eru tann hjálpandi hondin, sum bjóðar seg fram at stuðla og ráðgeva mitt í ráðaloysinum.

Eg vóni - ja, eg vil faktiskt heita á tykkum - um at halda fram við tí. Tað hava vit politikarar brúk fyri. Og tað hevur Føroyar brúk fyri. Og tað hava hesar serligu familjurnar brúk fyri.

Eg fari at loyva mær at enda við nøkrum reglum úr yrkingini hjá Elini Løkin, ???Lívið er ein løta???.

Eg haldi, at hesi orðini eru ein góð lýsing - bæði av Javna og teimum, sum tit umboða.

Tað er gott at vera saman

Í álvara og gaman,

Eg havi eitt gott hjarta,

lívið er ein gáta,

ein fløkja, sum alla tíð er,

lívið er eitt paradís,

tað er so fantastiskt, at eingin er líka sum eg.

Hjartaliga til lukku við 50 ára degnum, eg ynski tykkum minst 50 góð ár afturat.

Takk fyri, at eg varð boðin at siga nøkur orð her í dag, tað hevur verið ein fragd

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder