Kitty May Ellefsen helt midnáttarrøðuna á Vestanstevnu í Miðvági í gjárkvøldið:
Góðu miðvingar og vestanstevnugestir
Tað er mær ein stórur heiður at siga nøkur orð til midnáttarsamkonuna í kvøld í Miðvági. Sjálv eri eg uppvaksin í Miðvági ??? í Dals heimanfyri ??? sum vit kallaðu tað. Og havi eg sostatt traðka mínar barna og ungdómsskógvar her. Foreldrini hjá mær Emmy og Jens Eli og beiggi mín Sonnfinn búgv enn her í bygdini so eg komi javnan til Miðvágs.
Miðvágur er ein vøkur bygd. Ja, í mínum hugaheimi tann vakrasta av øllum. Eg vaks upp her í 70 inum og havi sostatt fingið um endan á gamla samfelagnum. Eitt samfelag uttan barnagarðar, internet, teldu, sjónvarp ella fartelefon. Hetta var áðrenn forbrúkssamfelagið tók dik á seg. Áðrenn materialisman við øllum sínum stórveldi tók yvirhond. Brøkurnar vóru bøttar og eitt tyggigummi vardi í fleiri dagar. Sum allar aðrar mammur í bygdini so gekk mamma á seymiskeið hjá jobba Fridu so øll klæðini vóru heimaseymað.
Sjálvt um vit høvdu handil so var stórt sæð allur matur veiddur og síðani hag- greiddur við hús. Grind og spik, frikadellur, flak, havhestur, hara, lundi, blóðpylsa, seyðakjøt og eplir úr veltuni. Ein maður sum ikki var innløgumaður var eingin rættur maður og ein kona sum ikki dugi at seyma rullipylsur og gera frikadellur var eingin kona. Í nútímans øko samfelagnum høvdu vit verið skurd sum ein topmoderna familja, sum veruliga livdi tann burðardygga lívstílin. Og vit høvdu óivað fingið eina medalju. Men soleiðis var lívstílurin hjá øllum, sum eg kendi í 70 inum.
Fyrstu árini í Miðvági var heimurin lítil. Heimurin var bara heimanfyri og heimanfyri strekti seg niðan á rygg til Hassa bónda eftir mjólk, inn til Alfred og Gretu at spæla við Siggu og oman á Tormansbakka. Men sum amerikumenn so gløggliga taka til ???Less is more???. Less is more tí heimanfyri var alt sum eini smágentu hevði tørv á. Her var sandurin, nokk av børnum at spæla við. Her var Tormansjákup sum altíð var góður í ráðum og sum gav sær stundir at greiða okkum frá hvussu tað var at sigla úti í stóru verð.
Eg plagi at fortelja fyri mínum børnum um mítt fyrsta forelskilsi, sum var ógvuliga loyndarfult. Her var einki sms, messanger, tvitter, facebook ella email so tað var ikki so líka til, at samskifta í loyndum, sum tað er í dag. Men ráð vóru fyri tí. Ein steinur í bønum niðanfyri húsinum hjá abba var mítt messanger. Undir steinin løgdu vit brøv, sóljur og summardáar. Tað var altíð spennandi, at sníkja seg niðan til steinin, at hyggja um nakað var undir.
Áðrenn eg fór í skúla tordi eg ikki oman í Kirkjar tí eg helt at kirkjafólk vóru ørlig. Seinni fann eg útav at kirkjafólk eru stuttligt og tað var so sanniliga altíð stuttligt at hoyggja á Trøðni tá Mórshannus var í hoyna. Mórshannus hoyggjaði á Trøðni yvirav okkara. Har var lív í flokkinum hjá Mórshannus og tey vóru so nógv og tey róptu so hart. Eg hoyri enn røddina á Mórshannus tá hann rópti á Jóannes. ???Jóannes step tað av h... til tú klensar hoyggi???.
Sjálvt um miðvágs bygd var lítil so vóru nógvir sub-kulturar her. Ímeðan vit heimanfyri vóru meira stív í tí, meira smæðin, alvorlig og vandaðu okkum um orðini áðrenn vit lótu munnin upp. So var kultururin nakað øðrvísi við Kirkjar. Har var meira spanskt, franskt ella italienskt yvir kirkjarfólki. Tey vóru sum tey vóru og tey løgdu ikki so nógv í hvat onnur hildu ella søgdu. Tey kundu brúka seg, bannað hart og flenna at sær sjálvum og øðrum. Soleiðis vóru kulturarnir eisini serstakir uppí húsið ella norðanfyri.
Skúlin lá eisini niðri á Tormansbakka. So tað var eitt hana gleiv at renn oman í skúlan. Eg havi lisið á fleiri skúlum og universitetum og eg má siga at Miðvágs skúli stóð einki aftanfyri nakran annan lærustovn. Eg minnist meg bara at hava havt góðar lærarar her. Eg má nevna Hildur, sum lærdi okkum heimstaðarlæru, lærdi okkum um bygdirnar í Føroyum og um hvussu vit hava skyldu at ansa eftir náttúruni. Mariannu sum lærdi okkum allar sálmarnar hjá Mikkjal á Ryggi uttanat (eg dugi teir enn). Herleif, Hans, Árna og Árna. Ein góður skúli sum legði góðan botn í børnini og sum gjørdi at vit sum komu frá Miðvágs skúla ongantíð hava staðið aftanfyri nakran annan.
Miðvágur er ein vøkur bygd og eg havi altíð verið stolt av at verið úr Miðvági. Eg var ómetaliga stolt av MB tá eg var barn og ung. MB var í velmaktini, við Sámal á Vágalið (Samal var okkara Ronaldo), Mikkjal, Paula, Eirikur og co. og hvør minnist ikki MB sangin ???Frá MB kom boð nú skuldi verða knallið. ??ll bygdin seg gleddi at fara heim í ballið ??? syng bumm bummbilum. Sjálvt omma hin rodna tað gamla læsar farið sær maggjaði fjesi dróð kjólan uppá læri???. Tað var stuttligt og man kundi sagt at nú er alt bara minnir.
Men tað er tað jú ikki. Tí enn er gott og trygt í Miðvági. Vakrasta sjónin ein kann hugsa sær er frá Tormansbakka og yvir á Koltur eitt summarkvøld. Hetta er ein sjón sum ikki bara vit kunnu nýta gott av. Men ein sjón sum okkara forfedrar í nógv, nógv Harrans ár hava notið við gleði. Eitt ættarlið fer, og annað kemur, men Koltur stendur í sama lag og hyggur inná Miðvág. Soleiðis er tað satt, sum Prætikarin segði á sinnið. Vit kunnu tosað um gamlar og nýggjar dagar men fakta er, at ???Einki er nýtt undir sólini???. Vit menniskju eru tey somu, sum vit vóru fyri fleiri 100.000 árum síðani. Granskingin vísir at okkara dna stórt sæð er tað sama sum tað var fyri 200.000 árum síðani.
Og sjálvt um vit eru ríkari enn nakrantíð og ongantíð áður hava havt so stórt forbrúk sum í dag. So vísir gransking á fremstu universitetum í USA, at vælstandur og yvirflóð av virðum ikki gera, at vit trívast ella kenna okkum eydnusom.
Granskingin á økinum sigur at fyri at trívast so hava vit menniskju tørv á tí sama sum menniskju høvdu tørv á fyri 100 ella 1000 árum síðani. Tá vit eru mett, og í okkara parti av heiminum er trupulleikin, sum oftast tann viðvendi -vit eta ov nógv, so havi vit menniskju brúk fyri, at røra okkum. Vit eru ikki skapt til at sita still. Tí er ein grundleggjandi fortreyt fyri at trívast likamliga og sálarliga at vit brúka kroppin sum vit hava fingið.
Eitt annað sum hevur stóran týdning fyri at vit menniskju trívast eru góð sambond við okkara medmenniskju. At elska næsta tín sum sjálvan teg er ein eydnubolli uttan líka. Granskingin vísir, at um tú hevur onkran at ringja til við tínum sorgum klokkan 4 um morgunin so livir tú 8 ár longur enn um tú ongan góðan hevur at ringja til. Vit menniskju eru ikki skapt at liva einsamøll. Vit eru skapt til at liva tætt saman. Vit eru floksdjór, sum ikki kunnu mennast og blóma í einsemi. Einsemi er ein stórur trupulleiki í fleiri av londunum rundan um okkum. Kanningar vísa, at tað serliga eru gomul fólk og einligir menn sum liva í einsemi. Lat hendan trupulleika ikki sníkja seg inn á okkum.
Mikkjal á Ryggi sigur tað so gott í einum av sínum sálmum
???Um tú vil gleði vinna,
søk ei til hægsta sal,
nei eydnan er at finna har grannar semjast væl,
har kærleikin man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tundur sáa
tey mjúku troystar orð.
Vágoyggin er vøkur øll, sum hon er og her eru óendaliga nógvir møguleikar bæði á vinnuliga og mentanarliga økinum. Tá eg var barn og ung var stórur aktivitetur á keiini. Nógv fólk arbeiddi á Snarfrost og nógvir menn sigldu við skipum sum vóru hoyrandi heima í Miðvági ella Sandavági. Hesin aktivitetur er seinastu árini vorðin burtur. Vinnustruktururin í Føroyum er sum heild broyttur soleiðis, at eindirnar eru vorðnar størri og tað hevur so gingið út yvir eina bygd sum Miðvág. Men nýggjar tíðir skapa eisini nýggjar møguleikar og alivinnan klárar seg nú væl i Vágum. Eisini hava vit flogvøllin og Atlantsflog her so tað er upplagt at nýggja ferðavinnan, sum bara fer at vaksa næstu árini fær sítt pláss hervestri.
Eg síggi fyri mær ein detox depil her í Miðvági har strongd karrierufólk úr øllum heiminum koma fyri at fáa hvíld samstundis sum tey fáa andaliga føði meðan tey ganga í føroysku náttúruni. Í leitanini eftir nøkrum øðrum enn strevi og stríði, hevur hvíld, friður og tað andaliga fingið nýggjar veingir innan ferðavinnuøkið. Nakrir strongdir amerikumenn ganga pílagrímsferð til Santiago de Compostella ella tey ganga til Jerusalem. Onnur flúgva til Keflavíkar frá New York at detoxa. Nútíðarmenniskja hevur funnið útav, at menniskja livir ikki av breyði eina. Tey tráða eftir eini innaru ferð, sum gongur fyri seg úti í Guds fríu náttúru. Menniskju tráða eftir at finna útav, at innanfyri tað uttara finnist eitt innara landslag. Ein sál, sum hevur sín uppruna fyri fleiri, fleiri 1000 árum síðani. Ein sál, sum leingist eftir at finna frið, frælsi, stilli og andleika. Ein sál, sum ynskir at hugsa yvir lívið og sum yvir alt ynskir at liva í friði, kærleika og umsorgan.
Í Miðvági og í fjøllunum í Vágum er besta staðið í heiminum at finna sína sál og sín sálarfrið. Vit eru ongantíð so nær Gudi sum her.
Og óansæð hvat verður og ikki so er einki nýtt undir sólini. Koltur stendur enn og hyggur inn á Miðvág og tað fer Koltur vónandi at gera langt aftaná at vit øll eru farin.
???Smábarnaføtur - í trakaðar gøtur,
so skjótt skifti ættarlið.
Piltur til abba, flytist av stabba
brátt næsti stóð undir lið.
skjótt tíðin her rann, á øllum hon vann,
bert fossurin kvøður í elli
hann stóð jú har - so eldast hvørt par,
meðan sólin sær søkti hav.
Men kvøldið í kvøld eiga vit. Lat okkum fáa sum mest burturúr og vera góð og stolt av okkara heimbygd og hvørjum øðrum.
Við hesum fari eg at ynskja tykkum eitt gott kvøld víðari og Harrans signing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald