
HSF: Føroyar byrjaðu dystin betri. Verjan stóð serstakliga væl við Lív Zachariasen og Pernille Brandenborg í miðverjuni, og vóru íslendsku skotini væl trýst, sum hjálpti Rakul Wardum væl í føroyska málinum. Álopsspælið var eisini fyri tað mesta gott, serliga spælið ein móti einari, har Súna Krossteig Hansen og Jana Mittún vóru eyðsýndar, eisini funnu tær Pernille væl á strikuni. Okkara vóru hvassari fyrstu 15 minuttirnar og vóru á odda 7-3, áðrenn íslendingar tóku leikbrá. Bæði liðini brendu heldur illa í fyrra hálvleiki og høvdu bæði liðini undir 50% í úrtøku, har íslendski málverjin stóð við 50% og Rakul við 31%. Tað hepnaðist betri hjá Íslandi eftir leikbráið, meðan okkara brendu nakrar møguleikar, føroyska leiðslan var skjótt etin og fylgdust liðini seinastu løtuna til hálvleiks, tá støðan var 11-11.
Føroyar fingu somu góðu byrjan í seinna, sum í fyrra hálvleiki. Verjan stóð væl og okkara øktu til 14-11, áðrenn ísland svaraðu aftur. Okkara brendu ov illa ta einu løtuna og Ísland kom fram um 17-16 eftir 45 minuttir. Føroysku kvinnurnar komu tó leypandi til góðar málmøguleikar og svaraðu aftur. 18-ára gamla Gylta á Neystabø kom inn í sínum frumdysti og hevði hon tríggjar avgerandi bjargingar seinastu løtuna. Okkara hómaðu stigini og bardust sum úlvar í verjuni seinastu løtuna. Tá 5 minuttir restaðu vóru okkara frammanfyri við trimum og megnaðu at halda leiðsluna. Føroyar hava fingið eina dreymabyrjan uppá EM-undankappingina og vinna 24-22 á Íslandi.
Næsti dystur hjá Føroyum verður komandi leygardag kl. 19.00 Við Tjarnir, har Montenegro kemur á vitjan. Montenegro er styrkismett ovast í bólkinum og vunnu tær eisini tryggan 29-22 sigur á Portugal í kvøld. Atgongumerki fáast til keyps á atgongumerki.fo.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 7
Pernille Brandenborg 6
Súna Krossteig Hansen 4
Rannvá Olsen 2
Lív Bentsdóttir Zachariasen 1
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe (1)
Maria Halsdóttir Weyhe (1)
Málverjar:
Rakul Wardum 6 bjargingar, 29%
Gylta Djurhuus á Neystabø 3 bjargingar, 30%
Dystargongdin Ísland – Føroyar:
5 min: 2-2
10 min: 3-4
15 min: 3-6
20 min: 7-8
25 min: 9-10
30 min: 11-11
35 min: 11-14
40 min: 14-16
45 min: 17-17
50 min: 17-20
55 min: 20-22
60 min: 22-24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald