Ítróttur

Róð hálvan teinin uppá ein mánað í dag

...

2013-07-11 20:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

09 juli kl 0700

Seinasta samdøgrið bleiv til heilið 74,2 fjórðingar (137 km)

Í dag hava teir róð ein mánað og Kl 0700 manglaðu góðir 20 fjórðingar í at hava róð hálvan teinin til Port Luis, so higartil hevur gingið væl betri enn vænta áðrenn teir byrjaðu túr.

Hálvur teinur ímillum Geraldton og Port Luis er 1582 fjórðingar (2930 km). Av tí at teir ikki klára at rógva í eini heilt beinari linju ella at fylgja stórsirklinum heilt neyvt kann nevnast at teir samanlagt hava róð áleið 1660 (3074 km) tá teir koma á hálva leið. Við øðrum orðum hava teir bert róð um 5% longrið enn tann styttsta leiðin ímillum tey bæði punktini. Hetta má sigast at verða sera gott tá teir bert hava árarnar at líta á.

Kelda: www.trip.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder