Politikkur

Ríkisfundur: Føroyar virknan leiklut í danska formansskapinum

...

2019-04-12 07:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar skulu komandi ár hava ein stóran lut í danska formansskapinum fyri Norðurlendska Ráðharraráðið.

Á ríkisfundinum í Ilulissat í gjárkvøldið umrøddu Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, leiklutin hjá Føroyum.

Tað er longu greitt, at Føroyar skulu hava ábyrgdina av grønu orkuverkætlanini ??? Fra vision til virkelighed - fremtidige energiløsninger for ø-samfund???, ið er ein av trimum hornasteinunum í danska formanskapinum. Landsstýrið miðar eisini eftir at fáa politisku leiðsluna á MR-FJLS økinum, har havið verður í miðdeplinum.

???Tað hevur stóran týdning, at vit átaka okkum ein virknan leiklut í danska formansskapinum. Tað fer at geva eitt gott innlit og einari greiðari mynd av okkara samfelag, at næstan øll fakøki í norðurlendska samstarvinum fara at uppliva Føroyar og okkara fakkunnleika, mentan og samfelag. Hetta fer at menna okkara luttøku í norðurlendska samstarvinum, og kann verða við til at greiða gøtur og styrkja um okkara luttøku og viðurkenning,??? heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Danski formanskapurin í Norðurlendska Ráðharraráðnum verður býttur millum Danmark, Føroyar og Grønland. Yvirskipaða heitið á formanskapinum er ???Fremtidens løsninger???.

Formansskapurin hevur ein verkætlanarpart, og við honum fylgja 45 mio. krónur úr norðurlendsku skipanini. Danmark, Føroyar og Grønland standa á odda fyri hvør sínari verkætlan. Hesar snúgva seg um luttøkuna hjá børnum í demokratiskum prosessum, grøna orku í oyggjasamfeløgum, og um strandarsamfeløg í Norðurlondum. Føroyar skulu harumframt verða vertur fyri á leið 15-20 norðurlendskum fundum og ráðstevnum í formansskapsárinum.

Endaliga skráin fyri formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum 2020 verður løgd fram á ársfundi Norðurlandaráðsins í heyst.

Frá tíðindafundinum í Ilulissat í Grønland

Frá tíðindafundinum í Ilulissat í Grønlandi. Frá vinstru Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, Kim Kielsen, landsstýrisformaður og Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder