2021-06-09 07:30
Árligi ríkisfundurin verður á Marienborg hósdagin, tá ið teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum Mette Frederiksen, Múte Borup Egede, og Bárður á Steig Nielsen fara at umrøða mál av felags áhuga.
Eftir ríkisfundin verða uttanríkis- trygdar- og verjumál viðgjørd. Til tann fundin verða umframt teir tríggjar stjórnarleiðararnar, eisini Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, Pele Broberg, landsstýrismaður í vinnu-, handils-, uttanríkismálum, Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og Trine Bramsen, verjumálaráðharri.
Eftir fundirnar verður skipað fyri tíðindafundi.
Løgmansskrivstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald