Politikkur

Ríkisfelagsskapurin - ein grundarsteinur

...

2019-06-04 16:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hjá mær er ongin ivi, Føroyar eru betri stillaðar í Ríkisfelagsskapinum, enn sum ein sjálvstøðug tjóð. Tað hevur víst seg fleiri ferðir seinastu mongu árini, og tað eigir at standa sólarklárt fyri øllum føroyingum!

Okkara tilknýtið til Ríkisfelagsskapin er ein av grundarsteinunum undir okkara vælferðarsamfelag.

Eg havi altíð sett stóran prís uppá Ríkisfelagsskapin og kent meg hepna, at eg so lætt kann liva og virka í besta og tryggasta parti av heiminum. Fríður sum fuglurin, og við einum havi av møguleikum rundan um meg.

Vit í Ríkisfelagsskapinum eru knýtt saman á allar hugsandi mátar. Nærum allir føroyingar hava familju ella vinir í Danmark.

Fyritøkur hava tætt samstarv landanna millum, og politiskt eru vit í einum felagsskapi, har tað er okkara skylda sum føroyingar at gera okkara rødd galdandi, í málum, sum á ein hvønn hátt viðkoma Føroyum.

Umheimurin hevur nógv størri álit á Føroyum í Ríkisfelagsskapinum, enn eini pinkutjóð mitt í Atlantshavinum. Hettar hevur sjálvt ivrigasti loysingarflokkurin nú viðurkent, og tosar um trý lond í einum ríki. Eisini hevur man tosað um ???ektaskapið???, har bert tann eini parturin sleppur at seta dagsskránna - men sum flest øll kunnu rokna út, ber illani til at verða ???stakur??? í einum ektaskapi.

Tað er tí, at vit nú melda út, klárt og týðiliga, at vit vilja Ríkisfelagsskapin.

So um tú eisini vilt Ríkisfelagsskapin og framhaldandi menning av Føroyum, so far á fólkatingsval og vel Sambandsflokkin.


Ein uppbyggjandi Sambandsflokkur, ið heldur eitt vakið eyga við tí, ið gongur fyri seg á Christiansborg - føroyingum at frama.

Eyðdis Hartmann Niclasen

valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder