Politikkur

Ríkir útlendingar kunnu fara avstað við okkara bústøðum

...

2019-06-24 18:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Lóggávan viðvíkjandi keypi av fastari ogn í Føroyum má broytast ongantíð ov skjótt. Føroyska samfelagið má verjast ímóti útlendingum, sum í dag hava frían rætt og møguleika at keypa fasta ogn í Føroyum, hóast teir ikki hava fastan bústað her

Føroyar eru blivnar sera vælumtóktar hjá einum vaksandi tali av útlendskum ferðafólkum, sum vitja land okkara. Tað fegnast vit sjálvandi um - tað skapar inntøkur og arbeiðspláss í Føroyum.

Men vandi er í hvørjari vælferð. Nøkur av hesum útlendsku ferðafólkum sigast at dáma somikið væl at ferðast í Føroyum, at eitt vaksandi tal av teimum sambært sethúsameklarum javnan spyr um møguleikar at keypa sær summarhús ella enntá sethús her. Og hetta er fult møguligt hjá teimum í dag.

Eingin lóggáva forðar teimum at keypa fasta ogn í Føroyum, sjálvt um tey ikki búgva her. So um tey ynskja at keypa eitt summarhús, sethús, jørð ella enntá fleiri fastognir í Føroyum, so er eingin lógarforðing fyri hesum í dag.

Hóast øll útlendsk ferðafólk og útlendingar annars skulu verða hjartaliga vælkomin til Føroyar, mugu vit ásanna, at ein stórur vandi liggur og lúrur í okkara lítla samfelag, um útlendingar, sum ikki búgva her, í framtíðini byrja at keypa fasta ogn upp í Føroyum. ??tlendingar merkir í hesum sambandi útlendingar uttanfyri ríkisfelagsskapin.

Fyri tað fyrsta er tað stak óheppið, um pengasterkir útlendingar í fríari kapping við føroyingar bjóða upp á eitt avmarkað tal av ognum í Føroyum. Hetta kann hava við sær munandi hægri søluprísir. Sostatt kann tað gerast óneyðuga dýrt hjá tí føroysku familjuni at keypa sær ein bústað ella summarhús í framtíðini.

Fyri tað næsta kann ein ikki ógrundaður framtíðar vandi síggjast, har serliga múgvandi útlendingar kunnu hugsast at vilja keypa serstakar (unikkar) ognir í Føroyum inn undir seg. Og hetta kunnu enn tá verða ognir, sum møguliga ongantíð koma alment til sølu.

Hóast eg taki fult undir við fríu marknaðarkreftunum og ognarrættinun hjá tí einstaka, so meti eg, at føroyska samfelagið er so mikið lítið, og at fastognarmarknaðurin eisini er sera viðkvæmur fyri einum nógv vaksandi eftirspurningi. Harnæst eru ognirnar í Føroyum lutfalsliga fáar í tali - og helst eisini bíligar - sæð við brillinum hjá onkrum múgvandi keypara úr eitt nú London, Moskva ella New York, sum møguliga ynskir at keypa sær fastar ognir í Føroyum.

Í Danmark, sum vit oftast samanbera okkum við, eru greiðar reglur um, undir hvørjum treytum útlendingar kunnu keypa fasta ogn. Í stuttum eru treytirnar tær, at útlendingar bert kunnu keypa summarhús ella sethús, um tey búgva í landinum og t.d. hava fast starv, ella hava búð har frammanundan í 5 ár. Okkurt undantak kann tó fáast, sum krevur góðkenning frá danska løgmálaráðnum.

Verði eg valdur á Føroya Løgting, vil eg arbeiða fyri, at lóggávan verður broytt soleiðis, at teir útlendingar, sum ikki búgva í Føroyum og gjalda skatt her, ikki á sama hátt sum í dag frítt kunnu keypa fastar ognir her í framtíðini uttan munandi strangari treytir. Vónandi kann ein politisk semja fáast um hetta álvarsmál skjótast møguligt í komandi tingsetu.

Birgir Nielsen

Valevni hjá Fólkaflokkinum

til løgtingsvalið 2019

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder