2020-06-05 14:07
Hugdi við áhuga eftir kjakinum í KVF í gjárkvøldi, um fíggjarligu støðuna hjá Atlantsflogi.
Har fekk eg endaliga staðfest illgrunan um, at hugsjónarliga er Tjóðveldi í dag væl ytri á reyða vonginum enn Javnaðarflokkurin.Tað varð tærnakrympandi píniligt at hoyra Høgna royna at binda skattgjaldaran uppá ein starvsfólkahóp innan flogvinnuna, sum ikki skuldi sleppa at tillaga seg nýggja veruleikan ið stendur fyri framman.
Starvsfólkatalið hjá Atlantic og Vága Floghavn hevur verið tillaga eitt ferðafólkatal sum kemur og ferð um flogvøllin á 425.000 í 2019.
??tlitini fyri 2020 eru ikki hugalig, og ferðafólkatalið verður kanska ikki meiri enn helvtin av talinum 2019, um tað verður so frægt. Tí er tað ein sjálvfylgja at feløgini ið reka flogvinnu repa starvsfólkahópin, og harvið gera sítt til at laga feløgini til nýggja veruleikan. Eisini hóast hetta svíður hjá teimum sum tíverri hava mist starvið.
Undanførslan, at landið eigur Atlantic 100% kann ikki brúkast, tí tað kann ikki verða ein uppgáva hjá landinum at halda fólk á lønarlistanum sum ikki brúk er fyri, serliga tá útlitini eru ivasom hvørt virksemið kemur uppaftur á sama støði í bræði.
Atlantic eru vit øll góð við, og kemur felagið at hava tørv á kapitali, koma vit at játta tað sum krevst fyri at felagið yvirlivir.
Hinvegin má leiðsla og stjórn hava ræsur at laga raksturin á felagnum til veruleikan á marknaðinum ið til eina og hvørja tíð er galdandi. Vilja vit ikki geva teimum tað, er ongin grund til at hava raksturin í nøkrum felagi, so kann landsstyrismaðurin tað sama hava leiðsluna og raksturin verða játtaður beinleiðis av fíggjarlógini. Trúgvi ikki at nógv onnur enn Tjóðveldi høvdu tikið undir við hesum.
Tað skulu borgarligir herðar til fyri at bera tungar tíðir, og vit eiga øll at prísa okkum lukkulig at tað ikki er Tjóðveldið sum hevur stýrisvølin í hond í hesum tungu tíðum, ið so brádliga komu yvir okkum.
Tað finst ikki borgarligur neisti eftir í Tjóðveldinum yvirhøvur.
Flokkurin er farin so langt til vinstru, at hann er á eini heilt aðrari bylgjulongd enn restin av politisku skipanini.
Hetta líður tjóðskapargongdin undir í dag.
Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald