Lýsing

Reingerðarfólk til Ivanshús

...

2021-03-29 19:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Ivanshús er partur av eldrasamstarvinum Vesturvón, og hevur til endamáls at hýsa dagtilboð til heimabúgvandi borgarar. 

Uppgávan sum reingerðarfólk í Ivanshús, er at gera reint á ovaru hædd og trappu uppgongdina. 

Starvið er tímalønt, 4 tímar vikuliga, deilt út á tveir dagar. 

Uppgávurnar eru:

·      Støva av vindeygakarmar, reolir, hyllar og borð, einaferð um vikuna.

·     Dustsúgva og vaska øll gólv á ovaru hæddini 2 ferðir um vikuna. 

·     Vaska vesini 2 ferðir um vikuna.

 

Setanarviðurskifti:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Setanarstaður er Vesturvón, Kálvalíðvegur 2, 370 Miðvágur.

Starvsfólkið vísir til deildarleiðaran í Ivanshús. 

 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda tær til deildarleiðaran í Ivanshúsi, Ingunn Hansen á tlf. 793211.

Umsóknin skal sendast til [email protected]viðmerk ???Reingerðing til Ivanshús???.

Umsóknarfreistin er 14. apríl 2021.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder