Seinastu árini hevur tað gingið væl í føroyska samfelagnum, og vinnulívið hevur havt milliardayvirskot. Kortini eydnaðist tað summum politikarum at vinna valdið við yvirskriftum um, at CEF samgongan skræddi grundarlagið undan vinnuni.
Tað er rætt, at undanfarna samgonga tordi at taka meira frá fiski- og alivinnuni. Heilar 300 milliónir meira tóku vit inn, sum fór út aftur til samfelagið við fleiri og betri vælferðartænastum og sum skattaminking til lág- og miðallønt. Men grundarlagið hjá vinnuni var alla tíðina støðugt.
Nýggj borgarlig samgonga er nú komin til valdið, og reiðarin skal nú sleppa bíligari. Longu í 2020 rindar uppisjóvarvinnan 55 milliónir minni í tilfeingisgjøldum, enn hon gjørdi i 2019. Hetta var væntandi, tí tað var jú hetta, sum størsti samgonguflokkurin fór til val uppá. Yvirskotið hjá undanfarnu samgongu er brúkt, og undirskot er á fíggjarlógini bæði í ár og næsta ár ??? eisini, um hugt verður burtur frá koronastøðuni.
??ll skulu hava, eingin skal betala
Valstríðið hjá Fólkaflokkinum var veruleikafjart. Lat okkum bara staðfesta tað beinanvegin. Í besta Machiavelli stíli stýrdi flokkurin móti maktini við gyltum lyftum um at øll skuldu hava, og eingin skuldi betala. Lumpa, um tað krevst - uppruddingin kemur aftaná.
Rætt skal vera rætt. Nøkur vallyfti eru hildin um ikki heilt men hálvt. Og undirskotið á fíggjarlógini er har eftir. Men fíggjarmálaráðharrin sær, at uppruddingin má byrja nú, skal eftirmæli hansara bara vera nøkulunda hampiligt. Tí er hann nú farin undir at hækka avgjøld fyri m.a. barnafamiljur og sjúk, so reiðarin sleppur undan at betala.
Timburmenninir eru longu komnir
Í novembur mánaði í fjør skrivaði eg eitt lesarabræv við yvirskriftini???Samgongan tømir landskassan ??? tú fært rokningina seinni.???Eg vísti á, atveitslan allarhelst fór at vera góð, men at timburmenninir fóru at verða øðiligir.
Tað sást við hálvum eyga, at roknistykkið ikki hekk saman. Hvar skulu pengarnir koma frá, tá einki er eftir? Fiskiríkidøminum, sum er farið á privatar og útlendskar hendur? Nei tað eru tú og eg, sum standa við rokningini. Og tað verður Javnaðarflokkurin saman við øðrum, sum enn einaferð noyðist at rudda upp, tá útreiðsluveitslan hjá borgarligu samgonguni er av. Timburmennirnir eru longu farnir at gera um seg, áðrenn skeiðið er hálvrunnið.
Eg kundi komið við fleiri dømum, men eg haldi, at eg fari at taka tvey punkt fram úr fíggjarlógaruppskotinum, sum siga nokk um politikkin hjá sitandi samgongu:
- Fiskivinnan rindar 55 milliónir minni í tilfeingisgjøldum.
- Vanliga familjan skal rinda á leið 10 milliónir meira í heilsutrygdargjøldum, og sjúk skulu rinda á leið 8 milliónir meira fyri heilivág.
Tað lata vit líka standa.
Eg fari við hesum at heita á landsstýrið um at lurta eftir Búskaparráðnum. At taka meira inn frá uppsjóvar- og alivinnuni ístaðin fyri at leggja eftir sjúklingunum, pensjónistunum og føroysku familjunum.
Aksel V. Johannesen
Javnaðarflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald