Komandi ár verða Føroyar vertur fyri stevnuni Norðurlendsk Strandamentan. Tað eru Vágs kommuna og felagið Føroysk Træseglskip sum vera vertir fyri stevnuni.
Norðurlendsk Strandamentan er eitt samstarv millum norðurlendsk strandalond. Stevnan hevur seinastu árini verið í Húsavík, Íslandi í 2011, Ebeltoft í Danmark í 2012, Landskrona í Svøríki í 2013, Oslo í Noregi í 2014 og Álandi í Svøríki í 2015.
Sluppin Jóhanna luttók á stevnuni í Álandi í fjør, á stevnuni í Oslo, umframt á stevnuni í Húsavík. Vágs kommuna verður so vetru fyri stevnuni komandi ár, tá hon skal haldast í Føroyum.
Stevnan byrjar tórsdegnum 7. juli og endar sunnudagin 10. juli. Stevnan verður hildin saman við Føroya Regatta. Og komandi ár vitjar Regatta???in og ein partur av útlendsku luttakarunum á Strandamentanarstevnuni fyrst í Tórshavn og á Vági.
Føroysk Træseglskip siga í ársfrágreiðingini, at tey vóna, at skip koma frá hinum norðurlondum. ??tlanin er, at øll skipini skulu møtast í Nólsoyarfirði tórsdagin 7. juli og leggja at við Müllers brúgv í Vágsbotni.
Fríggjamorgunin skal so allur flotin sigla suður til Vágs, har stór stevnan verður skipað fríggjadag og leygardag. Meiri verður at frætta um hetta seinni.
Kelda: Grindabátarnir í Vági
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald