Politikkur

Rebekka Vestergaard stillar upp fyri Framtakið

...

2019-03-04 09:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Rebekka Vestergaard stillaði upp til løgtingsval í 2011 fyri Javnaðarflokkin.

- Eg eiti Rebekka Vestergaard, eigi 2 børn og eri pedagogur. Eg havi búð og arbeitt í Íslandi, Skotlandi og Norra. Har havi eg arbeitt við fiski, og síðani havi eg lisið til pedagog í Danmark, og arbeiði nú í barnagarðinum á Tvøroyri. Eg velji at stilla upp við Framtakinum, tí eg taki undir við rættinum til at velja medisinskt kannabis. Eisini stilli eg upp fyri at gera nakað við bústaðarpolitikkin í Føroyum, ið eg meini skal líkjast tí í Danmark. Serliga vil eg hjálpa uppá bústaðarstøðuna hjá einligum foreldrum og øðrum einligum og lágløntum. Hetta má fáast í lag í Føroyum - ikki í morgin, men skuldi verið komið í lag fyri 100 árum síðani.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder