2020-03-10 22:15

Hetta var yvurskriftin í grein í Dimmu 28 februar. Eydnar á Roykheyggi frá Nevinum hevdi eina áhugaverda samrøðu í blaðnum. Hann tók íslendingar fram sum at hava primagóðsku. Og teir ganga sera høgt uppí at hava góðsku, og blóðgað í krapaís á dekkinum. Hava sniglar, sum syrgja fyri at fiskurin er xx minuttir í hesum ísbaðnum. Alt gott um tað.
Seinni var ein samrøða við FMF, har tað bleiv váttað at góðskan er misjøvn.
Seinni var ein samrøða við FMF, har tað bleiv váttað at góðskan er misjøvn.
Setti meg at leitað fram tøl fyri hýsuna, sum bleiv avreidd í 2019. Bátarnir eru púra tilvildarligir. Munurin er túralongd, frá 14 døgum til 14 tímar. Er góðskan misjøvn, so kann staðfestast at miðalprísurin er sera javnur! Og als ongin samanhangur í góðsku/túralongd og prísið.
Hví í allari víðu verð skal eitt línuskip brótað túr av, fyri at fara inn at landað eftir 5-6 fiskidøgum? Tað loysir seg snøgt sagt ikki. Mistað fiskitíðin, oljanýtsla og tað forstýrilsi av at fara inn, vigar aldeilis ikki upp fyri tí, at liggja og fiskað nakrar dagar afturat.
Hjá okkum á Fiskivarða er túralongdin tengd av fiskiskapið og hvat lastin tekur. Vit eru noyddir inn. Men talvan vísir sera greitt, at vit fáa IKKI valuta fyri spillfeskan fisk. Hava selt hýsuna beinleiðid síðani fyrst í november. Hóast at tað er nakað lort, at fara uttan um Fiskamarknaðin. Vit fiskaðu 224 tons av hýsu í fjør, og kundu og áttu at gjørt eina betri hagreiðingarskipan umborð. Vit kryvja beinleiðis, og tit kunnu meta um útbløðingina á myndini ovast í greinini. Hatta skar eg í februar.
??tróðrarflotin hevur jú tann feskasta fiskin. Men hann far ikki tann besta prísin, ikki í 2019 í hvussu so er. Og er tað mær ein gáta.
Havi bara tikið hýsuna fram, hon er jú tann mest góðskuviðbreknað av fiskasløgunum.
Rávørugóðskan má betrast! Ja, men gevur tað meining og betri prís??
Hvat skulu vit gera fyri at fáa samanhang ímillum góðsku og prís? Mítt boð er at fiskakeypararnir mugu tora at gera prísmun. Tit eru tad einasta liðið í uppboðssøluni, sum kann gera nakað við hetta. Skip og bátar hava ymiskar túrlongdir og harvið góðsku. Tit mugu við prísmuni, vísa okkum á hvat loysir seg best. Og tá tosa vit um meira enn 30-40 oyru á munið. Tað kann ongin blíva fornermaður av, at góðska far toppprís.
Fekk ein spurning í messuni í gjárkvøldið: Við hesum stuttu túrunum, hví er tað neyðugt at merkja kassarnar við 1-4? Har er øll lastin jú spillfesk. Og keyparin kann gera við hana, sum hann vil. Far ikki eina reklamatión uppá okkara fisk.
Endi við eini áheitan á fiskakeyparar: Gev okkum misjavnan prís. So skal góðskan nokk koma í størri mun. Eg kann ikki motivera manningina at gera meira. Tað sæst ikki aftur í prísinum. Og er nokkso skuffandi, at vit ikki eru komin longri.
Tit eru eisini vælkomnir á bryggjuna tá vit landað. Hyggji í kassarnar, luktið og føli. Kom umborð til ein kopp av kaffi.
- Fróði Ejdesgaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald