Politikkur

Ræðandi tølini vísa støðuna í besta føri

...

2021-05-22 09:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

At síggja svart uppá hvítt, at tølini fyri kynsligan ágang eru so stór og samstundis fáa at vita, at hetta eru ikki tøl, ið yvirdríva, men heldur tvørturímóti eru tøl fyri støðuna í besta føri, er skelkandi.

At heili 23% ??? ella fjórði hvør ??? av teimum, ið hava svarað kanningini hjá Almannaráðnum, hava verið úti fyri kynsligum ágangi antin sum børn ella vaksin er onki minni enn ein vanlukka. Hetta hevur stóra ávirkan á hesi fólk og teirra umhvørvi, ikki bara tá ið ágangurin fer fram, men merkir persónin fleiri ár ??? allarhelst alt teirra lív.

Sporini ræða alt lívið

Tað gongur greitt fram í kanningini, at kynsligi ágangurin merkir tey menniskju, ið hava verið útsett, og hevur stóra ávirkan á restina av teirra lívsleið. Ein stórur partur er minni ella slett ikki virkin á arbeiðsmarknaðinum, hevur onga útbúgving, vánaliga heilsu, luttekur nógv minni í felagskapinum við onnur, nívd av einsemi og tunglyndi, liva kanska einsamøll og hava sum heild eina vánaliga lívsgóðsku. Hetta eru so álvarslig viðurskifti, at vit sum samfelag als ikki eiga at góðtaka, at henda gongdin heldur fram!

Ikki ein trupuleiki fyri eitt aðalráð, men fyri alt samfelagið

Lýsingin av støðuni hjá menniskjum, ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi, sum eg havi lýst omanfyri, vísa greitt, at her má nakað álvarsligt gerast. Hetta er ikki ein trupuleiki fyri ein einstakan myndugleika men fyri alt samfelagið. Vit mugu hugsa nýtt og gera nakað við henda trupuleika í einum felags samskipaðum arbeiðið millum øll aðalráð.

Hetta er enn eitt dømi um, at tíðin er farin frá, at hvørt aðalráð sær sitir í sínum lag við einum stórum trupuleika og roynir at loysa hann einsamalt. Í dagsins samfelag eru alt ov nógv menniskju, ið detta niður ímillum, tí tey hava meira samansettar avbjóðingar enn ein myndugleiki kann loysa einsamallur.

Samfelagið hevur ikki ráð til at missa fleiri borgarar, ið ikki fáa livað eitt ríkt og virkið lív, tí tey ikki fingu røttu hjálpina rættstundis.

Byggja á verandi skipanir

Í samband við framløguna av kanningini nevndi landsstýriskvinnan eina null-hugsjón í mun til kynsligan ágang og harðskap, hetta eri eg sjálvsagt samd í, men her má meira kjøt á. Hvussu náa vit fram til null-hugsjónina, hvørji stig skullu fremjast á leiðini og hvussu fremja vit tey?

Eisini varð nevnt eitt familjurættarhús, har tey, ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi og harðskapi, kunnu fáa vegleiðing og hjálp. Mín áheitan er, at allir viðkomandi partar seta seg saman og hyggja at, hvussu vit fáa styrkt verandi skipanir og felagskapir, og um henda ráðgeving ikki eigur og kann verða samskipað við verandi tilboð á økinum. Javnaðarflokkurin vil fegin verða partur av hesum arbeiði.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder