2020-03-09 22:46

Frá í morgin klokkan 9 fyrrapartin ber til at fáa ráðgeving um corona-virusið alt samdøgrið. Tað er Heilsumálaráðið, sum setur samdøgursráðgevingina í verk.
Til ber bæði at ringja og at skriva.
Telefonnummarið er 734050 og teldupostadressan er [email protected].
Tað er læknar, ið fara at svara møguligum fyrispurningum.
Heilsumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald