Raðfesti vælferðina!
Í Degi og viku umleið hálvan apríl var samrøða við Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum. Her vísti stjórin á, at Almannaverkið hevur í dag, og kemur í framtíðini at hava tørv á fleiri starvsfólkum.
Á námsfrøðiliga virkisøkinum hevur í longri tíð verið vaksandi tørvur á starvsfólki, serliga útbúnum námsfrøðingum. Hetta ger seg sum heild galdandi fyri alt námsfrøðiliga økið. Hetta snýr seg um Almannaverkið, í fólkaskúlanum og á dagstovnaøkinum.
Vantandi starvsfólk ger, at samfelagið ikki fær veitt øllum borgarum tær tænastur, sum tørvur er á.
Tænasturnar, ið Almannaverkið veitir økjast, og umstøðurnar hjá starvsfólkunum gerast meira pressaðar orsaka av, at starvsfólkatalið ikki er økt samsvarandi, og tí mugu verandi starvsfólk taka fleiri uppgávur á seg.
Sama er galdandi fyri fólkaskúlaøkið, har tørvurin er vaksandi. Síðani fyrstu námsfrøðingarnir vóru settir í føroyska fólkaskúlanum í 2006, er talið av námsfrøðingum støðugt vaksið. Her gerst uppgávan eisini kompleksari og breiðari.
Vaksandi tørvur og manglandi starvsfólk, boðskapurin er greiður frá øllum pørtum. Uttan hjá teimum, ið skulu raðfesta vælferðina. Her haltar enn.
Á dagstovnaøkinum, tað vil siga vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar, er trotið sjónligari.
Pedagogfelagið hevur í fleiri førum víst arbeiðsgevaranum á, at arbeiðsumstøðurnar í nógvum støðum ikki eru nóg góðar fyri starvsfólk. Boðini frá okkum eru at tað er púra galið við arbeiðsumstøðunum. Tá starvsfólk í besta aldri siga seg ikki orka at arbeiða fulla tíð, áttu ávaringarlampurnar at lýst.
Fleiri starvfólk, bæði námsfrøðingar og hjálparfólk, eru farin at venda sær til okkara og til politisku skipanini fyri at vísa á, at umstøðurnar á einstøku arbeiðsplássunum ikki eru ráðiligar, ella, at tær eru á markinum fyri hvat ber til. Niðurpíningin og manglandi raðfesting av økinum ger, at námsfrøðiliga tilboðið ofta gerst ???uppbevaring???, har børn, eisini tey við serligum tørvi, verða ansað og bert fáa mest átrokandi tørvin nøktaðan, uttan stórvegis meira innihald í lívið. Myndin av arbeiðsætlanini vísir nakrar av avbjóðingunum í vanliga dagstovnayrkinum. Fá starvsfólk um smábørn ein stóran part av degnum, til tíðir eisini einsamøll starvsfólk. Umframt, at tíð skal brúkast til at seta starvsfelagarnar inn í gerandisdagin. Tíð skal til at skipa dagin og geva degnum innihald, alt eftir hvørjar umstøður eru rundan um ymisku børnini og hvussu teirra menning er. Og eg kundi hildið fram.
Her krevst at samfelagið raðfestur.
Góð løn og góðar arbeiðsumstøður eru avgerandi fyri at fáa fleiri at velja sær námsfrøðiliga yrki sum lívsstarv.
Tað snýr seg eisini um at gera tað møguligt hjá fleiri at lesa til námsfrøðing. Eisini má alt økið raðfestast, soleiðis, at tey starvsfólk, ið longu eru á økinum, ikki velja sær aðra lívsleið.
Tað ferð at ganga long tíð áðrenn vit kunnu siga, at vit hava nokk av námsfrøðingum ??? umleið 1.000 námsfrøðingar mangla. Teir koma ikki eftir einum degi. Hetta eru vit í Pedagogfelagnum fullgreið yvir. Vit vilja tó varpa ljós á tørvin og vera ein jaligur viðleikari, soleiðis, at arbeitt verður við hesum trupulleikanum.
Vit sakna framskygdar politikkarar, ið hava dreymar og hugsjónir um økið, og vísa ein vilja at gera nakað munandi. Komið nú á vøllin .
Meðan flest allar aðrar vinnur verða automatiseraðar, fer altíð at vera tørvur á, at menniskju fáa umsorgan og rúm at vera til og menna seg.
Í dag hevur KAF eisini víst á, at starvsfólkatrot er, ikki bara á dagstovnaøkinum, men eisini á eldraøkinum.
Uppskriftin er einføld: Løn, arbeiðsumstøður og útbúgvingarmøguleikar.
Her skuldi onkur havt reagerað fyri langari tíð síðani ??? men betur seint enn ongantíð!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald