2021-05-20 22:19
Radarin ??? nakað fyri nakað
Vit hava altíð fingið at vitað, at Føroyar hava strategiskan týdning, skuldi ein spent støða tikið seg upp her um okkara leiðir. Leikluturin hjá Føroyum undir ???Kalda Krígnum??? er týðuligt dømi um tað.
Meðan amerikumenn høvdu hernaðarstøðir í Íslandi og Grønlandi, var leikluturin hjá Føroyum heldur minni. Tó so høvdu amerikumenn eitt skifti eina loyniliga samskiftisstøð á Sornfelli, ið var hornasteinurin undir hernaðarliga samskiftinum millum Evropa og USA. Hon varð niðurtikin, tá ið fylgisveinarnir í rúmdini tóku yvir.
Líka síðan hernaðarútbyggingarnar í Føroyum hava vit kjakast um, hvønn vinning Danmark hevur fingið burturúr, at Føroyar hava verið brúktar til hernaðarendamál, uttan at vit eru komin á mál við tí kjakinum.
Vit hava kjakast um hvørt Føroyar hava verið eitt bumbumál ella ikki. Sjálvandi er ein hernaðarradari eitt bumbumál, tí tað kenna vit frá flógvakrígnum at tað fyrsta, sum galt har, var at blinda fíggindan við at bumba allar radarar.
Hinvegin trúgvi eg av góðum grundum als ikki uppá eitt vápnað stríð millum NATO og Russland, tí at tað tænir hvørgum og kann í ringasta føri vera oyðandi fyri allan heimin. Og tí er spurningurin um Føroyar eru eitt bumbumál av hypotetiskum slag.
Nú verður aftur tosað um eina spenta støðu, her um okkara leiðir, og at Føroyar tí aftur skulu brúkast í hernaðardubbingini í Norðuratlantshavi og Arktis. Vit liggja sum áður sagt strategiskt sera væl fyri í tí sonevnda ???GIUK Gap???, sum ein amerikanskur flotaovasti einaferð kallaði fyri ta mest strategisku siglingarleið í øllum heiminum.
Við øðrum orðum, skal russiski Murmansk herflotin út í Atlantshav fyri at avbyrgja Evropa frá USA, sum eftir míni meting er ein sera ósannlík framtíðar hending, so má hann antin fara eystan fyri ella vestan fyri Føroyar.
Sostatt mega vit seta okkum spurningin, um vit veruliga hava eina ???spenta støðu???. Eitt er vist, Føroyar eru ikki partur av nakrari spentari støðu í Norðuratlantshavi. Føroyar hava ikki brúk fyri nøkrum Kapasitetspakka.
Vit eiga at taka frástøðu frá retorikkinum hjá danska verjumálaráðharranum og ávísum føroyskum politikarum, um at vit hava brúk fyri verju frá Danmark/NATO móti fíggindanum fyri eystan, Russlandi.
Russland er ikki okkara fíggindi, tvørtur ímóti. Russland er okkara trúgvi samstarvspartnari á fiskivinnuøkinum, og góður marknaður fyri okkara útflutning av fiski.
Føroyingar hava ongar trupulleikar av, at russar eru í okkara sjóøki ella í okkara loftrúmi. Í okkara, eftir hondini drúgva og góða samstarvi við russar, eru vit von við, at russar eru dagligir gestir í føroyska samfelagnum.
Í mínum arbeiði sum fiskimálaráðharri, havi eg havt eitt sera gott samstarv við russar, eitt samstarv, sum hevur tænt okkum væl. Vit hava altíð roknað russarar sum okkara nærmastu samstarvsfelagar.
Tá er støðan heilt øðrvísi viðvíkjandi londunum í ES og Bretlandi, sum øll eru limir í NATO. Í skrivandi stund, hava vit onga fiskiveiðuavtalu við ES og Bretland. Somu lond hava tikið grundarlagið burtur undan makrelsemjuni, tí tey hava noktað okkum atgongd at fiska makrel í teirra sjóøki.
Hetta eru somu lond, Danmark íroknað, sum settu handilsbann í verk ímóti føroyskum útflutningi, og stongdu okkara flutningsleiðir til marknaðir aðrastaðnis í heiminum, sum nú vilja sleppa at brúka og misbrúka føroyska jørð til egin áhugamál. Í teirra hugaheimi skulu Føroyar bara lata og einki fáa og enntá revsast um vit ikki lýða boð, sum ganga ímóti okkara áhugamálum.
Skal ein radari setast upp í Føroyum, er tað einasta rætta, at føroyingar eiga og reka radaran. Tey sum vilja hava radaran settan upp, skulu so gjalda fyri tær upplýsingar tey vilja hava, og á tann hátt rinda fyri íløguna og raksturin av radaranum.
Sostatt skal radaramálið ikki viðgerast sum eitt hernaðarmál undir donskum málsræði, men sum eitt eftirlitsmál undir føroyskum málsræði, har rætti myndugleikin er okkara eftirlitsstovnur Vørn.
Sum eg havi nevnt áður, hava føroyingar ikki brúk fyri nøkrum radara. Skal radarin setast upp í Føroyum, skulu vit krevja, at Danmark og Natolondini í Evropa, geva okkum javnbjóðis møguleikar á handilsøkinum. Atgongd til evropeiska marknaðin fyri meirvirkaðar fiskavørur, er av alstórum týdningi fyri búskaparligum vøkstri í Føroyum.
Allar royndir, og tær eru ikki so fáar, at fáa okkum betur atgongd til evropeiska marknaðin hava higartil verið til fánýtis. Vit hava møtt ???vælvild??? og føgrum orðum, men onki ítøkiligt er komið burturúr.
Nú er lagaliga løtan. At danir ikki vilja blanda viðgerðina av radaranum uppí handilsviðurskifti, er ikki okkara trupulleiki. Nakað fyri nakað.
Jacob Vestergaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald